Home > Uncategorized > – Vit Føroyingar eiga at taka frástøðu

– Vit Føroyingar eiga at taka frástøðu

Eg siti her við eini grein, sum stóð á eini heimasíðu í dag.

Var ikki sørt skelkaður, tá ið eg las greinina, har millum annað stóð: Tann størsta deildin hjá einum handilshúsi á evropeiska meginlandinum hevur tikið av hillunum allar vørur, merktar “Made in Israel”, sum hava okkurt við Judea, Samaria ella Golanhæddirnar at gera. Ein talsmaður fyri KaDeWe (Kaufhaus des Westens) sigur, at hetta er gjørt í samsvari við EU-samtykt, um at vørur frá hesum økjum skulu merkjast við áskriftini “Occupied Palestine.”

Eitt, sum ger hetta so órógvandi, er, at KaDeWe byrjaði sum ein handil, sum jødar áttu, men sum Nazistar stjólu frá teimum, ið áttu hann.

KaDeWe var stovnsett í miðbýnum í Berlin í 1905 av handilsmanninum Adolf Jandorf. Í 1927 var tað selt til ein annan jødiskan handilsmann, Hermann Tietz nevndur, sum broytti handilin, so at hann var tann besti í Evropa.

Bert seks ár seinni settu Nazistarnir tær rasulógir í gildi, sum noktaðu jødum at eiga handlar, og handilin hjá Hermann Tietz og KaDeWe var latin meiri “ariskum” eigarum.

Hvør kemur so at líða undir hesum broytingum við viðtøkunum hjá EU? Jú tað verða arabarar, sum búgva og arbeiða á verksmiðjum í Samaria og Judea.

Tað er løgið, at Evropearar longu hava gloymt, hvat hendi fyri og undir seinna heimsbardaga, tá ið jødarnir vóru atsóktir í Evropa. Nú verða jødarnir aftur atsóktir, kanska serliga í Fraklandi og Svøríki, men eisini í Danmark. Teir rýma undan hesi atsókn og fara heim til Ísraels, men land sítt kunnu teir ikki hava í friði, nei, teir skulu lata partar av tí fyri frið, sum teir tó ikki fáa kortini.

NB: Danmark er sum limur í ES við í hesi skarnsgerð. Vit Føroyingar eiga at taka frástøðu frá hesum.

Tórshavn 23-11-2015
Heri av Reyni

Leinkja

Categories: Uncategorized
  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: