Home > islam > Bakgrund: Hvør er munurin á Saudi Arabia og ISIS

Bakgrund: Hvør er munurin á Saudi Arabia og ISIS

saudi-kvinder

Kvinnan í videofilminum á Youtube, hvørs andlit ikki sæst fyri serligu klædnadragtini, hon eins og aðrar arabiskar kvinnur noyðast at brúka, roynir eina seinastu ferð.

Hon liggur á knøum á asfaltinum. Uppi yvir henni stendur ein skeggjutur maður í hvítum kirtli og við svørði í hondini. Við síðuna av honum fleiri menn í hermannabúna. Summir halda kvinnuni, teir flestu hyggja bara at.

– Eg havi ikki dripið nakran, roynir hon aftur. Ein seinasta roynd at fáa bøðilin frá sínum ætlanum. Men til fánýtis. Maðurin í hvíta kirtlinum lyftir svøriðnum. Fyrsta høggið rakar ikki væl, kvinnan skríggjar. Fleiri høgg mugu til áðrenn hon liggur lívleys meðan blóðið litar asfaltið.

Videobrotið av hálshøggingini er tað seinasta frá Miðeystri sum hevur skelkað allan heimin.

Týdningarmiklasti sameindi hjá Vesturheiminum
Fáar dagar eftir hetta koma handtøkurnar. Ikki bøðilin, sum reiggjaði svørinum, hann gjørdi bara sítt arbeiði sum almennur embætismaður. Ikki menninir, sum hildu kvinnuni, tí teir vóru bara saudisk politifólk til arbeiðis. Men maðurin sum filmaði og legði ótespiligu videobrotini á Youtube. Hann bleiv handtikin.

Hálshøggingin fór ikki fram í kalifatinum, sum Islamiski Staturin hevur útrópt í pørtum av Sýria og Irak. “Statinum” sum onki land í heiminum hevur góðkent. Hon fór fram í Saudi Arabia. Helst týdningarmesta búskaparliga og strategiska sameinda hjá vesturheiminum.

Hálshøggingin var ikki nakað brotsverk, sambært myndugleikunum har, men avleiðing av einum dómi, sum kvinnan hevði fingið, og sum var í samsvari við lógirnar í kongaríkinum. Púrasta sum skrivað stendur, í koranini, væl at merkja.

Kvinnan, ein gestaarbeiðari úr Burma, var dømd fyri at hava dripið sína sjúkdóttir.

Revsingarnar sambært Sharialógini
Islamiski staturin brúkar somu hørðu útlegging av sharialógini sum Saudi Arabia.

Ótrúskapur verður revsaður við steining, tó ikki hjá ógiftum, tá eru 100 sløg við koyrlinum nóg nógv. Hondin verður høgd av tjóvum, hond og fótur av ránsmonnum. Mordarar verða avrættaðir, ofta við hálshøgging. Sama er galdandi fyri samkynd og gudsspottarar.

Saudiski bloggarin, rithøvundurin og aktivisturin Raif Badawi slapp tískil “bíliga” tá hann “bert” fekk 10 ár handan rimarnar og 1.000 sløg við koyrli fyri at hava latið upp eina heimasíðu, sum fanst at landsins andligu leiðarum. Var hann dømdur fyri guðsspottan, sum ákærin kravdi, var hann heilt víst deyðadømdur. Júst sum Islamiski Staturin hevði gjørt.

Men so er eisini liðugt at líkjast, tí Islamiski Staturin er útnevndur at vera ein yvirgangsfelagsskapur sum verður bumbaður úr erva av fleiri londum við USA á odda. Og her eru, umframt lond sum Frankaríki, Danmark og Stórabretland, eisini arabisk lond við – teirra millum Saudi Arabia.

CodePink-Protest
Mótmælisfólk við Saudisku sendistovuna í Washington.

Tá Abdullah kongur av Saudi Arabia doyði í hini vikuni vóru leiðarar úr øllum heiminum við til jarðarferð. Enntá heimsins máttmiklasti maður, Barack Obama, stytti vitjan sína í India, tí hann skuldi hitta nýggja kongin, Salman. Tá høvdu bæði franski starvsbróðurin, bretski fosætisráðharrin og Charles prinsur longu verið inni á gólvinum hjá Salman kongi av Saudi Arabia.

Sum ein av heimsins størstu oljuútflytarum og størsi vápnainnflytari er hansara hátign ein maður, sum tað loysir seg at sita væl um sátt við. Og nokk er hjá teimum at tosa um. Tí Saudi Arabia hevur gingið undan millum arabaralondini at stuðla bumbukrígnum hjá USA móti Islamiska Statinum í Sýria.

Nú kann tað vera, at Obama ella onkur av hinum hevur borið uppá mál hálshøggingar, písking og aðrar ómenniskjaligar revsingar hjá Saudi Arabia, sum framkomin fólk illa fáa góðtikið. Men um teir hava, so er ivasamt um kongur hevur lurtað, tí sjálvt um USA er ein týdningarmikil samstarvspartnari, so hevur hansara hátign eisini innanhýsis samgongur at hugsa um.

Óheppin alliansa
Longu í 1700 talinum gjørdi ættfaðirin hjá Saud familjuni eina avtalu við prætikumannin Muhammed Abdel Wahhab. Hann prætikaði fyri uppreistri móti tí, sum hann kallaði tað korrumperaða islam, sum hann helt seg síggja í síni samtíð. Hann vildi aftur til islam sum tað var, í teirri tíðini tá profeturin Muhammed livdi. Afturfyri stuðulin til Saud familjuna í stríðnum um trónuna, fingu Wahhab og hansara lærusveinar loyvi at gera av, hvussu fólkið í landinum skuldi liva og hvørjum tey skuldu trúgva. Og tí bleiv tað tann snævurskygda og konservativa tulkingin av islam hjá Wahhab sum bleiv tann meiri vanliga tulkingin, heldur enn tann meira hóvliga og tolna tulkingin sum var galdandi nógvastaðni framvið Reyða Havinum, har fólk tá livdu av handli og hittu pílagrímar ávegis til Mekka og Medina. Og hesa alliansuna heldur kongshúsið fast í enn í dag.

Pápi Salman kong, Abdel Aziz ibn Saud fekk soleiðis stuðul frá radikalum Wahhab’barum, tá hann í 1932 legði lunnarnar undir nýggja Saudi Arabia sum vit kenna í dag, eftir fleiri smá kríggj millum ymsar ættbólkar.

Kongafamiljan letur prestarnar ráða fyri, um ein kvinna kann sleppa at koyra bil ella søkja sær arbeiði uttan loyvi frá manninum. Um kristin kunnu sleppa at byggja sær kirkjur ella hinduar tempul. Og at sjálvt jólapynt verður konfiskerað í floghavnini eins og alkohol og svínakjøt. Og tað sjálvt um fleri milliónir av gestaarbeiðarum í landinum ikki eru muslimar.

Afturfyri vælsigna immamarnir Saud familjuna og lata tey sita á trónuni. So tey saman kunnu útnevna bæði fólkaræði og andstøðingar til sínar felags fíggindar.

Tí bleiv kvinnan úr Burma hálshøgd á gøtuni. Og tí skal andstøðingurin Raif Badawi hava 1.000 sløg við koyrlinum og, um hann kemur livandi frá tí, 10 ár í fongsul, tí hann lat upp eina heimasíðu sum fanst at landsins andligu leiðarum.

Kelda: vágaportal / jyllandsposten

Categories: islam Tags: ,
  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: