Home > Uncategorized > Ein skitin munnur

Ein skitin munnur

Ein kona kom til mín og segði, at hon ætlaði sær at siga upp.

“Hví tað?” spurdi eg.

“Tí at eg orki ikki at vera har. Eg arbeiði á einum stórum arbeiðsplássi, har eru fleiri hundrað fólk. Tey banna so illa og hava so skitnan munn, eg orki tað ikki longur.”

“Tú skalt ikki siga teg úr starvi. Eg skal siga tær, hvat ið tú skalt gera. Far so tíðliga til arbeiðis, at tú ert vís í, at tú ert hin fyrsta. Tá ið tú kemur til útdyrnar, hygg so væl eftir, at eingin er har og hoyrir teg. Gud hevur givið okkum sum trúgvandi makt yvir øllum fíggindans veldi, og tí skulu vit ikki ræðast Satan. Hann kann ikki nema okkum, tí hann liggur undir okkara fóti. Í Luk. 10,19 lesa vit: ”Sí, eg havi givið tykkum vald til at traðka á ormar og drekar og á alt fíggindans veldi, og einki skal verða tykkum at minsta meini.”

Sig so hart: “Satan, eg bindi teg í Jesu navni. Tú hevur einki at gera her, sum eg eri. Eg vil einki skitið orð hoyra, hvørki í matstovuni ella á arbeiðsplássinum. Slepp tær burtur í Jesu navni. Eg fjali míni oyru og alla meg undir Jesu blóði!”

Tann dagin hoyrdi hon einki skitið tos ella eiðir, og tað gjørdi hon heldur ikki seinni. Ein dagin kom ein arbeiðsfelagi yvir til hennara: “Tað er løgið,” segði hon, “fyrr var altíð so nógv rotið prát her; men síðani tú ert komin at arbeiða her, er dámurin púra broyttur. Luftin er líka sum reinari.”

Bønin hevði altso so stóra ávirkan, at onnur eisini merktu broytingina. Menniskju lurta eftir øllum møguligum sjónvarpsrásum, og nógv av tí er tann bera óhumska. Alt verður goymt uppi í heilanum, sum í einum goymslurúmi. Skriftin sigur, at lítið súrdeiggj súrgar alt deiggið. (1. Kor. 5,6) So ansa eftir, hvat ið tú fyllir teg við!

Thurman Scrivner
Effie Campbell umsetti.

Categories: Uncategorized
  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: