Home > Føroyar, NATO > Føroyar og Grønland bjargaðu Danmark í NATO

Føroyar og Grønland bjargaðu Danmark í NATO


Danski søgufrøðingurin Bent Jensen

Tað er søguprofessarin Bent Jensen sum í frágreiðingini avdúkar, at danski NATO limaskapurin í veruleikanum hekk í einum klønum tráði. Bretar høvdu longu greitt givið til kennar, at teir ivaðust stórliga um nøkur meining var í at koma Danmark til hjálpar, skuldi landið blivið álopið, tí Danmark ikki var við í NATO av fullum huga.

Tað er tann sonevndi ‘fótnotupolitikkurin’ hjá Danmark árini frá 1982-1988, sum var trupulleikin. Stjórnin hjá Poul Schluter varð noydd at fylgja einum meiriluta í fólkatinginum, sum álegði stjórnini at taka fyrivarni í fleiri førum, eitt nú tá miðberandi rakettir skuldu setast upp í Vesturevropa, sum svar uppá, at Sovjetsamveldið hevði sett upp rakettir í Eysturevropa.

Danmark hevði fyrivarni, vildi ikki gjalda sín part, og var í heila tikið trupult at fáast við, hildu fleiri av hinum londunum.

Tað kom týðuliga til sjóndar á fundum sum danskir ráðharrar og embætisfólk høvdu við starvsbrøður í Bruxelles. Har fingu danir ofta at vita, at teir ‘spældu við eld’, sigur Bent Jensen.

– Fótnotupolitikkurin var eitt hasarderað spæl við landsins trygd, sigur hann í síni niðurstøðu í frágreiðingini.

At Danmark kortini ikki fekk durafjórðingin í NATO var av Grønlandi og Føroyum, vísir hann á.

Hans Engel, sum tá var konservativur danskur verjumálaráðharri, er í dag ikki eina løtu í iva um tað, sum var um at henda. Tað upplivdi hann millum annað á einum fundi í NATO høvuðsstøðini í Bruxelles í 1983, har hann skuldi verja donsku støðuna.

“De andre lande mente simpelthen, at vi kørte på en fribillet. For ikke nok med, at vi ikke skulle opstille raketterne på dansk jord, vi ville heller ikke være med til at betale for, at de andre gjorde det, sådan som vi ellers havde forpligtet os til gennem vores Natoaftaler. Derfor var de andre ministre rasende på Danmark”, sigur Hans Engel.

Hann heldur, eins og Bent Jensen, at broytti verjupolitikkurin hjá socialdemokratunum í 80’unum var orsøkin.

“Socialdemokraterne svigtede historisk. Men når det er sagt, er jeg ikke på det hold, der i dag står og skriger bål og brand. Vi kom igennem Den Kolde Krig med skindet på næsen. Det var ikke kønt, men vi var aldrig i fare for at ryge ud af Nato. Dertil var de amerikanske baser i Grønland og på Færøerne for vigtige for USA”, sigur hann.

Trupulleikin hjá Danmark loystist av sær sjálvum, tá Mikhail Gorbatjov og Ronald Reagan skrivaðu undir avvápna í 1987.

Ein onnur frágreiðing frá 2005 um sama mál kom ikki til somu niðurstøðu sum Bent Jensen nú er komin til. Tann frágreiðingin metti ikki, at donsku fyrivarnini høvdu nakran nevniverdan skaða við sær fyri Danmark.

Link

Categories: Føroyar, NATO Tags: , ,
  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: