Home > Stories > Hvussu fær ein løgregluna at koma, tá ein hevur brúk fyri teimum?

Hvussu fær ein løgregluna at koma, tá ein hevur brúk fyri teimum?

PolitiBjørn fra Hosle i Bærum var í ferð við at tørna inn, tá konan segði honum at ljósi var tendra í bilhúsinum.>

Bilhúsi var tengt at húsinum, og tá Bjørn opnaði hurðina fyri at sløkkja, sá hann nøkur fólk innanfyri, sum ikki kendu mun á hvat var hansara, ella teirra.

Hann ringdi til løgregluna, sum spurdu um nakar var komin inn í húsið.

“Nej”, svaraði Bjørn. Løgreglan segði, at allir politibilarnir vóru upptiknir, og ráddu honum til at læsa allar hurðar, so skuldu teir senda ein bil, tá onkur var leysur. Bjørn takkaði, og legði horni á.

Bjørn ringdi so aftur til løgregluna og segði: “Hey, eg havi akkurát ringt um, at onkrir tjóðar vóru í mínum bilhúsi, men nú er ikki longur neyðugt at tit koma, tí eg havi skoti teir allar…” og legði horni á.

Eftir stuttari tíð, kom løgreglan við seks løgreglubilum, einari tyrlu, einum sløkkibili og tveimum sjúkrabili, og allir tjóðarnar vóru tiknir uppá feskan gerning alt fyri eitt.

Ein av løgreglumonnunum segði við Bjørn: “Eg helt meg hoyra teg siga, at tú hevði skoti teir?”

Bjørn svaraði: “Og eg helt at tú segði, at tit ikki høvdu nakrar leysar politibilar!” 

Categories: Stories Tags:
  1. 8 January, 2014 at 21:44

    Reblogged this on Skemt.

  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: