Home > Alcholic, Rúsdrekka > Rúsdrekka misbrúkarir.

Rúsdrekka misbrúkarir.

Hendan tekstin fann eg onkustaðnar, og kann ikki lata verða við at deila hann við tykkum:

Screenshot 2013-11-21 23.08.23

 

Nú eri eg ikki ein sum vanliga luttaki í kjaki ella skrivi brøv ella nakað sovorið. Men eg taki so hjartaliga synd í kvinnuni, co-alkoholikaranum í brævinum í gjár, og vil tí loyva mær at koma við eini viðmerking.

Eg eri sjálvur uppvaksin í einum heimi har pápin er alkoholikkari, og tað kundi mangan vera buldrasligt. Pápi mín legði av at drekka í 1996, eftir at mamma setti honum eitt beinhart ultimatum, tá var eg 17 ára gamal. Pápi mín hevur ikki nortið tað síðani, og tey eru gift og lukkulig í dag.

Tá ið eg var 13 ára gamal drakk eg meg fullan fyri fyrstu ferð. Eg føldi meg sum Asterix tá hann fekk sær trylledrik – eg føldi hvussu tað streymaði út í hvørja æðr í kroppinum, hvussu eg styrknaði – og eg elskaði tað!
Eg drakk so at siga hvønn tann einasta dag eftir hetta, ikki altíð somikið, at tað sást á mær, men altíð eitt sindur. Og heima hjá okkum hevur tað eisini mangan verið rættuliga buldrasligt. Í maj-2012 setti kona mín mær eitt beinhart ultimatum. Eg fór á heilbrigdið, og havi ikki nortið tað síðani…

Tað sum er ógvuliga umráðandi at skilja, er at hjá einum alkoholikkara snýr ALT seg um brennivín. Ikki bara eitt sindur, men ALT. Hvør tann einasta uppgáva í heiminum skal tilpassast, soleiðis at pláss er eisini fyri alkoholinum. Feriurnar somuleiðis. Tiltøk so sum hjúnaðarstevnur og familjulegur á Zarepta ella í Nesvík, vóru ikki ein møguleiki, tí tá bar ikki til at drekka.

Alkoholikkarin er ekspertur í manipulatión og dugur væl at lesa fólk av. Um konan er alt for ill, ja so slakkar hann eitt sindur av – bara inntil sjógvarnir hava lagt seg nakað; og so brennur hann á aftur. Soleiðis koyrur myllan inntil øll vælvild frá øllum er uppbrúkt – tá tosar man um at hava rakt botnin.

Ein alkoholikkari má raka botnin fyri at síggja trupulleikan, og ikki minst gera nakað við hann.

Mín niðurstøða er tí tann, at fyri hvørja ferð, tú bert í bøtuflaka fyri alkoholikkaran ella fyrigevur honum ella fyri so vítt gevur honum eina 10-krónu; hjálpur tú honum, at skapa tær rammurnar sum eru neyðugar hjá honum, at halda áframm at drekka – also gert tú honum (ella tær) eina bjarnatænastu.

Til síðst vil eg mæla avvarandi hjá alkoholikkarum til at fara til al-anon fund.

Kh. Eks alkoholikarin

  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: