Home > Stories > Bóndin og asnin …

Bóndin og asnin …

Donkey

Bóndin og asnin

Ein bóndi átti ein asna. Ein dagin datt asnin niður í ein brunn. Asnin gneggjaði og læt illa í tímavís, meðan bóndin royndi at finna eina loysn. At enda helt bóndin, at asnin var gamal, og brunnurin skuldi kortini fyllast, so tað loysti seg ikki at bjarga asnanum.

Hann bað allar grannarnar koma at hjálpa sær at fylla brunnin. Teir tóku hvør sín spaka og byrjaðu at skumpa mold í brunnin. Asnin sá, hvat hendi, og gneggjaði ógvusliga. Eina løtu seinni tagdi asnin, og øll undraðust.

Fáar spakar seinni hugdi bóndin niður í brunnin og gjørdist ovfarin av tí, sum hann sá. Fyri hvønn spaka av mold, teir fyltu í brunnin, gjørdi asnin nakað merkisvert. Tað risti moldina av sær og steig eitt fet upp.

Meðan grannarnir hildu á at skumpa mold á dýrið, risti tað moldina av sær og steig eitt fet upp. Løtu seinni sóu allir við undran, at asnin steig um kantin á brunninum og spelaði glaður avstað.

MORALUR :

Lívið fer at blaka skitt av øllum slagi eftir tær, Kynstrið fyri at koma upp úr aftur brunninum, er at rista skittin av sær og stíga eitt fet upp. Hvør trupulleiki er ein vaðisteinur. Vit kunna koma upp úr tí djúpasta brunninum bert við ikki at steðga, ongantíð geva upp! Rist tað av tær og stíg eitt stig upp.

Minnist til hesar fimm meginreglurnar fyri at blíva lukkuligur:

1. Fría títt hjarta fyri hatur – við at fyrigeva.

2. Fría títt sinni fyri stúran – tað mesta hendir kortini ikki.

3. Liv lívið einfalt og ver glaður um tað, sum tú hevur.

4. Gev meira.

5. Vænta minni av hinum, men meiri av tær sjálvum.

Categories: Stories Tags: ,
  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: