Home > Uncategorized > Hr. Hansen og Bank Nordik :)

Hr. Hansen og Bank Nordik :)

jaguar-c-xf-2154

Hr. Hansen fór til Bank Nordik fyri at tosa við ein bankaráðgevara.
Hann fortelur ráðgevanum, at kann skal eini ørindi til USA sum allarhelst fara at taka uml. 2 vikur, og at hann hevur í skundi brúk fyri einum láni uppá  25.000 krónur.

Ráðgevin sigur, at teir hava brúk fyri onkrari trygd fyri láninum.
Hr. Hansen gevur ráðgevanum lyklarnar til sín nýggja Jaguar C XF2154, og sigur, at bilurin stendur frammanfyri bankan, og at inregistrerings pappírini eru í bilinum.

Tá Hr. Hansen var farin, skemtaðu stjórin og ráðgevin sær við, at Hr. Hansen hevði givið teimum ein bil í trygd, sum hevði eitt virði uppá yvir milliónina, bert fyri at lána 25.000 krónur…

Ett starvsfólk setur síðani jaguarin í bilhúsið hjá Bank Nordik, so at Jaguarurin stendur trygt og gott.

Tvær vikur seinni, kemur Hr. Hansen aftur. Gjaldar 25.000 aftur við rentum, sum var 80,41 krónur.

Bankaráðgevin sigur: “Vit eru sjálvsagt sera fegin, um at tú brúkti okkara banka og vóna, at tú hevur verði nøgdur við okkara tænastu, men vit eru eitt sindur í døpurhuga, tí meðan tú vart vekk, gjørdu vit eitt kekk av tínari bakgrund, har vit funnu útav, at tú ert multi millióningur – so hvussu í allari víðu verð ber tað til, at tú tímir alt hatta roksi, bert fyri at læna 25.000 krónur?

Hr. Hansen svaraði: “Hvar annars kann eg seta mín bil trygt í tvær vikur fyri bert 80,41 krónur, og verða vísur í, at hann stendur har, tá eg komi aftur!

Categories: Uncategorized Tags:
  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: