Home > Uncategorized > Latið okkum í felag vísa ørskapinum aftur

Latið okkum í felag vísa ørskapinum aftur

Jonhard Mikkelsen

Summir politikarar hava sett sær fyri at avmontera fólkaræðið fyri eygunum á okkum og trumfa avgerðir ígjøgnum, sum býður meginpartinum av fólkinum ímóti, sum talar ímóti búskaparligari ráðgeving, gongur ímóti tøkniligari ráðgeving og hevur tikið løgtingið til gísla. Fólk eru óð og máttleys. Apatisk og óð. Hvaðan stavar henda ómegdin?

Vit hava leingi vitað, at hugsjónir eru okkurt, ið bara bráðnar burtur í einki nú á døgum, meðan kavráir neoliberalistar sleppa framat og snara samfelagið inn á óhoyrt ódemokratiska leið. Arbeiðslagið líkist tí, ið einstakir einaræðingar brúktu beint fyri seinna heimsbardaga. Kári P. Højgaard hevur avdúkað sína politisku muru og Innlendismálaráðið eitt arbeiðslag, ið einki fólkaræði tolir.

At hava hugsjónir hoyrir farnari tíð til, siga tey, sum stýra heiminum nú. Men einki kann vera skeivari. Niðurlaðing av flokkum og hugsjónum er orsøkin til tann hurlivasa, ið nú er í landinum ikki minst tað sinnisloysi, ið valdar millum fólk.

Yrkisfeløgini lata sær alt ov nógv lynda
Meðan hugsjónirnar dvína og fána, hendir tað sama við fleiri yrkisfeløgunum. Tey tiga.

Hvussu ber tað til, at Búskapar-og løgfrøðingafelagið letur sær lynda, at løgtingið skal atkvøða um eitt skjal, ið er loyniligt? Løgtingið skal smíðað eina lóg, sum er í samsvari við eina loyniliga avtalu?

Forkvinnan í rættarnevndini ætlar sær ikki at lesa sáttmálan, bara síggja til at lógin loyvir øllum tí, ið stendur í honum. Hetta er meira enn surrealistiskt. Slíkt, ið bara verður hildið at kunna koma fyri í politiskt kavrotnum londum og ikki hjá okkum. Hvar eru løgfrøðingarnir ? (Halgir W. Poulsen undantikin)

Verður hesin ørskapurin góðtikin, so má eingin aftur ivast í, hví skilgóðir, væl lærdir føroyingar búseta seg aðrastaðni. Hevur fráflytingin verið ov stór leingi, so verður hon uppaftur størri nú. Slíkum finna sivilserað fólk seg ikki í.

Hvat sigur Akademikarafelagið, ið hevur so nógv skilafólk undir sínum veingjabreiði? Starvsmannafelagið? Finna øll seg í, at avgerðir verða tiknar, ið ganga beint ímóti allari tilráðing, sum er í landinum?

Tilráðing, ið fólk við útbúgving, hava latið politiska myndugleikanum? Verkfrøði, búskaparfrøði, løgfrøði alt verður kveistrað til viks. Samstundis undra vit okkum á, at fólk ikki tíma aftur til oyggjarnar.

Berufsverbot
Væl veit eg, at nógv skilafólk tiga heldur enn at siga sína meining, tí tey vilja bjarga sínum egna skinni. Men eitt og hvørt fólkræði krevur kjak, og er tað at siga sína meining tað sama sum at missa starvið, so hava við skipað Berufsverbot í Føroyum. Tað er ikki gott at egna við, tá ið ung kjakvand fólk skulu fáast heim aftur.

Er tað ikki fólki greitt, at henda tøgnin, líkasælan ella ómegdin ger, at teir politikararnir, ið nú stýra landinum, kunnu forkoma okkara fólkaræði og seta uppaftur meira ferð á fráflytingina?

Yrkisfeløg og fólkaræði
Einki skipað samfelag hevur klárað seg uttan yrkisfeløg, sum mótvekt til teirra, ið skulu rinda lønirnar, og einki fólkaræði kann klára seg við ongum fjølmiðlafólki, sum fáa valdshavar at standa til svars fyri tað, teir gera.

Vit hava almennar fjølmiðlar, ið hava sent popp út í eitt í tríggjar mánaðir, og yrkisfeløg, sum ikki gera vart við seg. Tað vita politikarar, tí ber til at avmontera fólkræðið fyri eygunum á okkum. Teir vita, at mótspælararnir eru avmaktaðir.

Vit minnast: Pensjónirnar vórðu endavendar. Vit skramblaðu við karamellblikkum í tveir dagar, so hevði Jørgen vunnið.

Skattur broyttur til fyrimunar fyri tey ríku. Pedagogarnir glefsaðu eina løtu, so var tað stríðið av.

Stórbyggimál sluppu snikkaleys við undantøkum frá hesum og hasum. Innlendismálaráðið setti allar grundreglur til viks, stytti hoyringarfreistir burtur í einki o.m.m.a.. Og so læt ikki í nøkrum aftur.

Og nú hetta, sum setur fólkaræðið so ógvusliga til viks, at løgtingið skal taka støðu til ein sáttmála, ið eingin í løgtinginum hevur lisið. Hetta er so óhoyrt, at eingin áður hevur hugsað sær henda møguleika. Hetta rekur og styggir fólk av landinum, verður einki sett uppímóti

Hvør skal vera á oddanum?
Tað er órímiligt at halda, at einstaklingar skulu standa á odda fyri einum mótmæli, tí mugu fakfeløgini taka seg saman og vísa løgtinginum, hvat Føroya fólk heldur um hetta vitloysið.

Tey mugu vísa teimum ráðandi í landinum, at hesum taka føroyingar ikki undir við. Og tað mugu yrkisfeløg og politiska andstøðan í tinginum síggja til nú, tí annars endar hetta í einum sorgarleiki, sum kostar nógv meira enn tær milliardirnar, ið júkað verður um upp í saman. Hetta fer at elva til eitt máttloysi, líkasælu og sinnisliga ómegd, vit ikki klára í einum útjaðara, ið longu bløðir illa.

Arbeiðsgevararnir hava gjørt vart við síni sjónarmið. Onnur feløg við.

Landsverk við serkunnleikanum til tunnilsgerðir, hevur lagt sínar útrokningar fram. Fyrrverrandi formaðurin í Búskaparráðnum hevur greinað málið alment. Allar útrokningar, øll tilmæli, alt bendir á, at tað, ið Kári og Innlendismálaráðið gera saman við øðrum víða gitnum monnum, er ikki bara skeivt men botnkorrupt.

Ljót útlit
Um so er, at vit í líkasælu finna okkum í hesum, so kunnu vit gevast at tosa um framburð og fólkavøkstur og at fáa skilagóð fólk aftur til landið, tí einki skilafólk flytur til eitt so kavrotið hol, sum Føroyar eru vorðnar undir leiðslu av Kaj Leo Johannesen og hansara landsstýri.

Politikararnir, sum javnan tosa um at loysa trupulleikarnar um fráflyting, hava avdúkað seg sjálvar: teir eru sjálvir trupulleikin. Teir kunnu ikki loysa trupulleikan uttan at sleppa sær av rókini.

Eingin politikari hevur sum Kári Højgaard nakrantíð neyðtikið føroyska fólkaræðið so ógvusliga, sum hann hevur gjørt, og hann ger tað saman við løgnasta løgmanni, Føroyar nakrantíð hava átt. Vit kunnu halda um teir og Jørgen & co tað, vit vilja, men teir sita við valdinum og telva dag og nátt nú fyri at fremja eitt stórstílað alment brotsverk. Uppímóti tí ber ikki til hjá einstaklingum at goyggja – tað má vera felagsátak.

At formaðurin í felagnum hjá føroyskum miðlafólkum ger vart við sína støðu er gott, men ikki nóg mikið. At einstakir journalistar royna at lýsa málið er gott, men ikki nóg mikið. Tí skilagóðar greiningar og grundgevingar rína ikki við longur.

Fær andstøðan ikki henda ørskapin steðgaðan, slepst ikki úr aftur tí óhugnaliga apati, ið hevur breitt seg um alt landið seinastu árini.

Og so spurningurin til tey, ið eiga styrkina: Ber ikki til at fáa eitt munagott rungandi nei til ørskapin mobiliserað?

Jonhard Mikkelsen

vp.fo

  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: