Home > Uncategorized > Boykotta Ísrael?

Boykotta Ísrael?

free-gaza-boycott-israel

So, tú ætlar tær at boykotta Ísrael?

Keðiligt um tú fert, men ætlar tú at gera tað – ger tað so ordiligt. Lat meg hjálpa tær.

Kanna eftir heilivágnum, tú tekur. Tryggja tær, at tú ikki hevur tablettir, medisin ella annað, sum er framleitt hjá Abic ella Teva. Tað kann merkja, at tú so noyðist at ganga forkølaður ella hava influensu í vetur men, halló, tað er ein lítil prísur at rinda fyri eitt mótmæli móti Ísrael, ha?

Meðan vit tosa um at boykotta Ísrael og tey læknafrøðiligu ískoytini, sum ísraelskir læknar og vísindafólk hava givið heiminum, so átti tú at biðið vinir tínar um at boykotta fylgjandi…

Ein ísraelsk fyritøka hevur ment eina einfalda blóðroynd, sum ger mun á lættari og álvarsamari tilburðum av sklerosu (multiple sclerosis). So, um tú veitst um onkran, sum líður av MS, mást tú siga teimum, at tey ikki skulu umhugsa ísraelska patentið, sum kann geva teimum eina neyva sjúkufrágreiðing (diagnosu).

Eitt tól, sum er framleitt í Ísrael, hjálpir fólki, sum hendurnar eru lammaðar hjá, at brúka hendurnar. Hetta tólið ávirkar vøddarnar við el-megi og gevur nýggja vón til milliónir av sjúklingum, sum hava havt heilabløðing ella hava fingið løst á mønuna. Um tú vilt taka hesa vónina frá teimum, skalt tú bara halda áfram at boykotta Ísrael.

Børn, sum hava trupulleikar við andadráttinum, fara skjótt at kunna sova tryggari við hjálp frá einum nýggjum ísraelskum tóli, sum verður nevnt the Child Hood. Hendan uppfinningin avloysir andingarmaskuna við betri tilgongd til heilivágin og ger, at bæði barn og foreldur kunna anda lættari. Vinarliga sig teirra stúrnu mammum, at tey ikki skulu brúka hetta andingartólið, tí tað stríðir móti tínari sannføring.

Hesi eru bara nøkur fá dømi um, hvussu fólk hava notið gott av medisinskari vitan hjá ísraelum, sum tú ætlar at forða fyri.

Boykott ávirka mangan gransking. Ein nýggjur granskingardepil í Ísrael roynir at varpa ljós á heilaólag sum tunglyndi og Alzheimers sjúkuna.

The Joseph Sangol Neuroscience Center hjá the Sheba Medical Center á Tel HaShomer sjúkrahúsinum virkar fyri at fáa túsundir av vísindafólkum og læknum at savna seg um gransking av heilanum.

Ein granskari við Ben Gurion universitetið í Ísrael hevur megnað at gera einvís (monoklonal) andevni, sum kunnu tileinkisgera tað sera smittandi poku-virussið uttan vanda fyri vandamikla hjáárininum hjá vaksinuni, sum higartil hevur verið brúkt.

Tveir ísraelar fingu í 2004 Nobel virðislønina í evnafrøði.

Granskingarnar hjá læknunum Ciechanover og Hershko og uppdagingin av einari av týdningarmestu ringrásunum hjá mannakyknuni fer at vísa á, hvussu DNA kann umvælast, og hava eftirlit við nýggjum eggjahvítaevnum (proteinum) og immunverjuni.

The Movement Disorder Surgery program við Hadassah Medical Center í Ísrael hevur megnað at sleppa av við likamligu árinini av parkinson sjúkuni í einum útvaldum bólki av sjúklingum við djúptvirkandi stimbran av heilanum.

Hjá kvinnum, sum árliga verða skurðviðgjørdar fyri knútar í lívmóðurhálsinum, er framgongdin í Ísrael av Ex Ablate 2000 skipanini (skanning) ein vælkomin nýhugsan, sum ger, at tær sleppa undan skurðviðgerð.

Ísrael er í ferð við at gera nasadropar, sum fara at geva 5 áraverju móti krími (influenza).

Hesar eru bara nakrar fáar av teimum verkætlanunum, sum tú kanst vera við til at steðga, við at boykotta Ísrael.

Men lat okkum ikki gerast alt ov upptikin av mínum egnu granskingum; har eru aðrir mátar, sum tú kanst lata eitt persónligt offur við tínum anti-Ísrael boykotti.

Flest øll Windows operativsystem vórðu framleidd av Microsoft-Ísrael. So, verð eitt gott fyridømi; blaka telduna hjá tær burtur!

Teldur eiga at hava eitt merki innaní, har tað stendur Ísrael á.

Tøknin til Pentium NMX chippið varð gjørd hjá Intel í Ísrael.

Bæði mikroprosessorarnir í Pentium 4 og Centrum prosessorarnir vóru uppfunnir, mentir og framleiddir í Ísrael.

Voice mail tøknin varð útviklað í Ísrael.

Tøknina til AOL Instant Messenger ICQ mentu fýra ungir ísraelskir teldusnillingar í 1996.

Bæði Microsoft og Cisco bygdu teirra einastu R.& D. (granskingar- og menningar) – fasilitetir uttanfyri USA, í Ísrael.

So, fyri at tú skalt kunna boykotta nakað, sum er ísraelskt, kanst tú nú fáa ringa heilsu og onga teldu.

Men tey ringu tíðindini enda ikki har. Slepp tær av við fartelefonina. Fartelefon-tøknin varð eisini ment í Ísrael av Motorola, hvørs størsta menningarstøð er í Ísrael. Tað mesta av nýggjastu tøknini í tínari fartelefon varð ment av ísraelskum vísindafólkum.

Ert tú illa við nú? Tað átti tú at verið. Partur av tínari persónligu trygd hvílir á ísraelskari íverksetan, ald fram av okkara tørvi á at verja okkum sjálvi og lív okkara fyri teimum yvirgangsfólkum, sum tú stuðlar.

Ein telefon kann fjarstýrast til at bresta ein bumbu, ella verða brúkt til taktiskt samskifti millum yvirgangsmenn, bankaránarar ella gíðslarænarar. Tað er ívsneyðugt, at almennar trygdar- og løgverjuskipanir kunnu órógva fartelefonir og brúka leitiskipanir og sleppa inn á ísraelska samskiftisnetið og -tøknina fyri at fáa vitan um trygd og verju móti álopum.

So, til alt hatta tosið um, at USA lurtar eftir okkara privata telefonsamskifti, so skalt tú vita, at tað eru Ísraelar, sum lurta.

Ein samskipað, sjálvboðin avtala millum Ísrael og Maryland fer at halda eina 5-daga handils- og planleggingar ráðstevnu í mars. Útvaldar ísraelskar fyritøkur fara at samstarva við fyritøkur í Maryland til at virka fyri at fremja nýhugsan í trygdarspurningum á amerikanskari jørð.

Eg vil, at tú skalt vita, at Ísrael hevur størsta talið í heiminum av universitetsútbúnum í mun til fólkatalið.

Ísrael framleiðir fleiri serritgerðir í mun til fólkatalið – 109 fyri hvørji 1000 – enn nøkur onnur tjóð.

Ísrael hevur hægsta talið av nýggjum fyritøkum pr. íbúgva. Og burtursæð frá USA hevur Ísrael, í reinum tølum, størsta talið av skrásettum patentum.

Ísrael hevur størstu konsentratiónina av hátøkni-fyritøkum uttanfyri Silicon Valley.

Ísrael er næsthægst á listanum yvir íløgujáttanir til nýtt virksemi – beint niðanfyri USA.

Ísrael hevur flest søvn í mun til fólkatalið.

Ísrael gevur næstflest bøkur út í mun til fólkatalið.

Í mun til fólkatalið er Ísrael tað landið á jørð, sum tekur ímóti flest innflytarum.

Hesir innflytarir koma at leita eftir demokratii, trúar- ella tali-/skrivifrælsi, møguleika fyri økonomiskum vinningi og lívsgóðsku.

Trúgv tí ella ei, Ísrael er tað landið í heiminum, sum hevði flest trø síðsta ár.

Enntá Warren Buffet of Berkshire-Hathaway hevur júst investerað milliónir í Ísraelskar fyritøkur.

So, tú kanst spilla Ísrael út ella banna tjóðina Ísrael. Tú kanst halda á við tínum tápuligu boykottum, um tú vilt. Men eg vildi ynskt, at tú hugsaði um avleiðingarnar – og um sannleikan.

Hugsa um tey stóru ískoyti, sum Ísrael gevur heiminum, eisini palestinum – og tær sjálvum við – í vísindi, heilivági, samskifti, trygd.

Umsett: Ása Gaasedal

1297592_orig

Categories: Uncategorized Tags: , ,
  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: