Home > Uncategorized > Eitt líti hint, fyri at skilja tað donsku skattaskipannina, sum ikki er so ólíka tí føroysku.

Eitt líti hint, fyri at skilja tað donsku skattaskipannina, sum ikki er so ólíka tí føroysku.

SKAT

Lat okkum ímynda okkum, at hvønn dag møtast 10 vinir, fyri at drekka eina øl, og at samlaði kostnaðurin av tí er 100 krónur.
Hesar 100 krónur eru bert fyri at foreinkla útrokningarnar🙂

Hvør av teimum skal gjalda 10 krónur.

Men allir hesir 10 vinirnir vóru á einum máli um, at teir skuldu gjalda á sama hatt, sum teir gjaldaðu skatt.

Hetta var úrslitið:
– 4 teir fátækastu, betaltu einki.
– Tann 5 betalti 1 kr.
– Tann 6 betalti 3 kr.
– Tann 7 betalti 7 kr.
– Tann 8 betalti 12 kr.
– Tann 9 betalti 18 kr.
– Tann seinasti (ríkasti) betalti 59 krónur.

Teir 10 vinirnir møttust hvønn dag, fyri at drekka teirra øl, og vóru væl foreintir við átækið.

Intil ein dag, tá eigarin vildi geva teimum avsláttur:

Av tí, at tit eru nakrir sera góðir kundar, havi eg avgjørt við meg sjálvan, at eg vil geva tykkum 20 krónur í avslátturi so tit skulu nú gjalda 80 kr. í staðin fyri 100 kr.

Teir 10 vinirnir avgjørdu í fyrstu atløgu, at gjalda rokningina á sama hátt sum teir goldu skattin.

Teir 4 fyrstu skuldu einki gjalda.

Men, hvussu skuldu hinir 6 (teir gjaldandi) deila avslátturin uppá 20 krónur rættvíst?

Teir funnu út av, at 20 krónur býtt við 6 var 3,3333 kr.

Og um so var, so komu vinir 5 og 6 fáa pening fyri at drekka øl.

Eigarin helt, at tað hevði verði meira rættvíst, at minkað rokningina fyri tann einkulta prosentvíst.

Teir funnu roknimaskinuna framm aftur, og kom til hesa niðurstøðu:
– Tann 5 skuldi einki gjalda  (enn ein fátækur var føddur).
– Tann 6 skuldi gjalda 2 kr. Ístaðin fyri 3 kr. (33% avsláttur).
– Tann 7 skuldi gjalda 5 kr. Ístaðin fyri 7 kr. (28% avsláttur).
– Tann 8 skuldi gjalda 8 kr. Ístaðin fyri 12 kr. (25% avsláttur).
– Tann 9 skuldi gjalda 14 kr. Ístaðin fyri 18 kr. (22% avsláttur).
– Tann 10 skuldi gjalda 50 kr. Ístaðin fyri 59 kr. (16% avsláttur).

Hvør av teimum seks “sum goldu” skuldu gjalda minni enn fyrr (og har var entá ein komin afturat, sum drakk frítt) og teir fýra fyrstu, skuldu halda á framm at drekka frítt.

Men tá teir vóru komnir út av vertshúsinum, fóru teir 10 at samanlíkna teirra fíggjarstøðu:

Eg fekk bara 1 krónu í avslátturi“, segði nr. 6, og meðan hann peikaði á nr. 10 helt hann á framm: “Men hann fekk heilar 9 krónur í avslátturi!

Ja”, segði nr. 5, “eg fekk eisini bert 1 krónu út av hasum“.

Tit hava rætt“, segði nr. 7, “hví skuldi nr. 10 hava 9 krónur í avslatturi, tá eg bert fækk 2 kr. tað er órættvíst, at bert tey ríkastu fáa tann stórsta avslátturin!

Bíða“, segði nr. 1: “vit fýra fingu einki í avsláttur! Hetta systemið útnyttar tey fátakastu!”

Teir 9 vinirnir fornermaðu tann 10 so nógv, at hann ikki kom við at drekka øl næsta dagin, so teir vóru noyddir at drekka ølinar, uttan hann.

Men tá gjaldast skuldi, funnu teir út av einum: Teir høvdu ikki pening nokk, ikki eingang til helvtina av rokningini.

Hetta er tann nágreiniliga ummsetingin av skattaskipannini: tey sum gjalda mest, fáa meira út av avslátturinum.

Men, tey, sum bert gjalda lítið (ella) einki, føla seg snítt.

Topskatta tey ríkastu, ákær tey fyri at verða nøkur svín, og tey váða sær ikki at visa seg longur, og drekka sínar øl onkra aðrastaðnar.

Moralurin:
–      Til tey sum hava skilt hetta, er eingin frágreiðing neyðug.
–      Til tey, sum ikki hava skilt hetta, er eingin frágreiðing møgulig.

Categories: Uncategorized
  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: