Home > Uncategorized > RÆTTINDINI HJÁ PALESTINUM – HVAÐANI STAVA TEY?

RÆTTINDINI HJÁ PALESTINUM – HVAÐANI STAVA TEY?

Grundleggjandi rættindini hjá Ísrael:

Tilverurættindini hjá Ísrael sum jødisk tjóð snúgva seg um tríggjar umráðandi sannleikar:

1) Bíbilsk rættindi: Eru skrivað niður í mest lisnu og útgivnu bókina nakrantíð, har Gud tillutaði jødunum Ísrael.

2) Søgulig rættindi: Í fleiri enn trýtúsund ár hava jødar búð í landinum, hava stýrt landinum (Kongadømið Ísrael) og hava verið í landinum síðani.

3) Altjóða rættindi: Ísrael varð endurstovnað eftir altjóðalóg, grein 181 (Sundurbýtingarætlan, atkvødd í ST).

Samanber so við grundleggjandi rættindini hjá palestinum: 

1) Átrúnaðarlig rættindi: Koranin nevnir ongastaðni um Palestina ella palestinar.

2) Søgulig rættindi: Nevn bara ein palestinskan kong, uppreistrarleiðara, hetju, peningakervi, tungumál? Einki av hesum hevur nakrantíð verið til.

3) Altjóða rættindi: Ísraelar góðtóku grein 181, arabar havnaðu hana. Arabar fóru í kríggj fyri at fáa rikið jødarnar til havs. Teir taptu.

Men mest umráðandi sannleikin er, at Jordan legði Vestara Áarbakka (Jerusalem íroknað) undir seg, og Egyptaland tók Gasa-geiran. Hvørki av hesum sjálvstøðugu arabaralondunum lótu so mikið sum ein tumma aftur til palestinar, og palestinar hava heldur ongantíð kravt tað. Ikki fyrr enn í 1967, tá Ísrael hertók hesi landaøkini, hoyrdi heimurin um eitt nýtt fólk: Palestinar.

Øll støðan er úrslit av einum óhepnum orðavali. Eingir palestinar búðu í Palestina, men arabar, og tað ger allan munin.

Categories: Uncategorized
  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: