Home > Uncategorized > Fimm støði í einum rúsi….

Fimm støði í einum rúsi….

Fimm støði í einum rúsi….
by Sofus Gaasedal

1. Klókskapur
Hetta er, tá tú knappliga gerst serfrøðingur innan øll øki. Tú veitst bara tað heila og vil fegin luta tína vitan við øllum sum lurta eftir tær. Á hesum støði hevur tú altíð rætt, og hini hava tískil sjálvsagt órætt. Hetta kann føra til torføran orðadrátt – um báðir partar eru “klókir”.

2. Vakurleiki
Hetta er, tá tú í eini snarvending gerst greiðir um, at tú ert tann sum riggar allarbest á øllum diskotekinum – har øll vilja hava tín kropp. Tú kanst sjálvsagt fara beint til hitt kynið at samtala, tí tú riggar jú so avbera væl. Minst til, at tú eisini ert klókur og kanst tala um alt við henda persón.

3. Ríkidømi
Hetta er, tá tú mitt í tí heila ert ríkasti persónur á klótuni. Tú kanst keypa drinks til øll sum standa við barrina, tí tú ert skítfullur í pengum. Eisini dugir tú sera væl at vedda, av tí at tú ert so klókur. Líkamikið er, um tú vinnur ella tapur; – tú ert bara so ríkur. Eisini kanst tú keypa drinks til øll sum bara rigga rímiliga væl, tí tú riggar framvegis best.

4. Styrki
Nú ert tú tilreiðar at berjast við alt og øll, serliga við tey tú hevur verið í orðadrátti- og vedda við. Á hesum økið er als eingin, sum kunna gera tær nakað. Tú kanst eisini fara til eitt par og biða mannin koma at berjast, tí tú ert als ikki bangin fyri at tapa, tí tú ert bæði klókari, ríkari og vakrari enn hann.

5. Ósjónligur
Hetta er vanliga seinasta støðið í einum rúsi. Tá tú ert komin til hetta støðið er alt møguligt, tí tú ert ósjónligur – tað er als eingin íð kann síggja teg. Tú kanst dansa á barrdiskinum fyri at bergtaka tey sum hungra eftir tínum kroppi. Har eru sjálvandi eingi onnur sum síggja teg – heldur ikki tey sum vilja berja teg sundur og saman. Tú kanst ganga skrálandi oman gjøgnum gongugøtuna, tí har er kortini eingin sum kann hoyra teg. Og eftirsum tú enn ert sera klókur, so kanst tú syngja alt tað tær lystir.🙂

Categories: Uncategorized Tags: ,
  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: