Home > Uncategorized > Ein eksisterar ikki virtuelt uttan ein teldubústað.

Ein eksisterar ikki virtuelt uttan ein teldubústað.

Ein arbeiðsleysur maður søkti arbeiði sum gólvvaskari hjá Microsoft. Starvsfólkaleiðarin bað hann koma til eina samtalu og biður hann gjøgnumføra eina test, sum var at vaska gólvið. Testin var góðtikin, og starvsfólkaleiðarin gav honum hesi boð.

Tú fært arbeiði. Vinarliga lat meg fáa tín email so eg kann senda tær tey neyðvendigu skjølini til undirskrift.

Maðurin svarar, at hann hvørki eigur teldu ella nakran email.

Starvsfólkaleiðarin sigur, at uttan ein email, eksisterar hann ikki virtuelt og kann tískil ikki fáa arbeiði.

Maðurin fer skuffaður út aftur, við einans 10 dollarum í lummanum.

Hann fer inn í nærmasta handil og keypur 10 kilo av tomatum. Hann gongur síðani frá hurð til hurð fyri at selja tomatirnar, og doblar soleiðis peningin. Hetta gerð hann 3 ferðir og hevur tá 160 dollarir í lummanum.  Maðurin innsær, at hann má fortjena til sítt uppihald, og byrjar síðani tíðligani um morgunin er ikki heima aftur fyri seint um hvøldið.

Hvønn dag, fjórfaldar hann sín kapital. Síðani investerar hann í ein lítlan bil, og so seinni í ein størri bil, og til síðst hevur hann eina heila bilpark, sum er neyðugt fyri at kunna leverða allar levuransurnar. Innan 5 ár, er hann ein av stórstu leverandørunum í USA. Hann byrjar at  hugsa um sína frammtíð, og tekur kontakt við eitt tryggingarfelag fyri at klárleggja hvussu hann og hansara familja kunna verða tryggja í frammtíðini. Eftir at hava fyngið góð ráð, eru hann og tryggingarmaðurin komnir yvireins, og tryggingarmaðurin spyr síðani eftir hansara email, soleiðis at hann kann senda skjølini til undirskrift.

Maðurin svarar, at hann hvørki eigur teldu ella nakran email.

Tryggingarmaðurin sigur: “Stuttiligt, tú hevur bygt eitt heilt imperium, og hevur ongan email. Hugsa tær hvat tú hevði verði um tú hevði haft eina teldu?

Maðurin svarar: “Ja, tá hevði eg verði gólvvaskari hjá Microsoft!

Hvat læra vit av hesum? – hvør sum helst kann blíva ríkur, gjøgnum hart arbeiði, óansæð um tú hevur teldu ella ikki!

  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: