Home > Uncategorized > Heitar hendur halda

Heitar hendur halda

Minnist eygu hennara, ið vóru vætað við vátum tárum. Eyguni søgdu mær søguna um eina kvinnu, ið sat við heimsins vænasta dýrgripi í hondunum. Støðan var ikki góð. Barnið var sjúkt. Kærleikin og vónin lýstu í eygunum á mammuni. Mildu eygu hennara vóru lív og tryggleiki barnsins alla ta tíð, lívið var.

Ein djúpur friður, sjálvt um einki er ein sjálvfylgja. Mamman sum lívsins upphav er hiti og tryggleiki barnsins í skiftandi umstøðum, har grátur og látur skifta um løtur og stund.

Uttan at gera svárar løtur lættar ella undirmeta ta líðing, ið sjúka og deyði elva, verður stillisliga staðfest, at kærleikans milda ljós í eygum teirra avvarðandi er ein innsiglingarviti til ævigu hvíldina. Tað friðsæla ljósið, ið er kveikt og tendrað av kærleikans vitameistara.

Júst í tí stillu kvirruni, har mátturin kemur til sjóndar í máttloysi, er ljósið vónarinnar bjarti logi. Ikki søgan um eina hetju, men søgan um mannin, sum við deyða sínum gav menniskjum eina æviga vón og ljós á leiðini.

Jesus úr Nasaret er ljós heimsins. Eyðvitað er hetta ein endurtøka av skriftini, ið er torfør at prógva. Mær tørvar ikki prógv, tí tað er staðfest ættarlið eftir ættarlið, at timburmaðurin úr Nazaret er ljós heimsins.

Mær tørvar einki prógv, tí henda andaktin er úrslit av próvnum. Vit vitna um tað, sum vit hava sæð og hoyrt. Árla lívsins morgun vórðu leiðir várar signaðar av himinsins vitameistara. Hann, ið tendraði sólina, sum lýsti á mánan, so bæði dagur og nátt kundu fáa ljós.

Henda birting gjørdi leiðir várar ljósar, tá ið prestur sum orðsins boðberi í Kristi stað var hjástaddur í medmenniskjans sváru løtum, tá kveikjari ljósins gjørdi tað sløknandi ljósið búgvið at lýsa sum ævig kerta á himinsins altari. Tað var vakurt og stilt, hóast sorgblídni vætti eygu og ennið.

Jóhannes evangelistur syngur eina vakra kvøðu til lívið í sangi sínum, fortaluni til evangeliið: “Í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar.” (Jóhannes 1,4).

Jesus, hitt æviga orðið, ið kom til jarðar og tók búgv millum menniskju. Er tað lívið í Jesusi, sum eyðkennir mína kristnu trúgv? Lýsir ljós heimsins soleiðis í mær, at næstin sær eina ljósrond, sum førir til lívsins keldu, har lívið er lív í yvirflóð?

Ella eri eg ein miðal álvarsamur maður, hugtungur og dapur í ásjón? Verður hvør steinur endavendur, so medmenniskjað kann fáa støðumetið og úrskurðin? “Tað er syndarliga syndarligt við tær, vinur mín!

Orðið varð hold, – Jesus, ið opinberaði dýrd Guds. Eygnavitni skoðaðu dýrd hansara, ið var full av náði og sannleika.

Eygu Meistarans hugdu ein dagin vinarliga inn í andlit mítt. Tað var stilt og friðfult. Henda dagin varð eg sannførdur um, at ljós heimsins longu í móðurlívi lýsti fyri mær, tá ið móðir full upp undir hendur faldaði hendur sínar í bøn til lívsins Guð. Kendur av Guði, áðrenn dagur varð dagur, kendur av skapara lívsins frá fyrstu løtu, sjálvt um fáur visti um sveinin, ið var ávegis.

Vit fingu náðir at liva, meðan onnur ikki megnaðu lívið í móðurlívi. Tó, á ein hátt er munurin avmarkaður. Fyri øllum lýsa ljós á altari Harrans, Guðs æviga ljós, hann ið er lívið og ljósið, Jesus.

Spakuliga, meðan kertuljósið í ljósastakanum brennur og etur burtur av tíðini, vaknar spurningurin: Hvat vilt tú nýta tíðina til?

Skal eg bróta upp um armar og banna myrkrið? Skal eg fara í hernað móti valdi myrkursins og staðfesta, at mong vraka Jesus sum Harra og frelsara? Skulu vit øtast, stynja og loksins ørmaktast?

Ella skal eg takka og prísa mínum Harra og frelsara? Skal eg vera jaligur og vitna fyri menniskjum, at Jesus í mínum lívi er lívsins ljós? Bera hin vónríka boðskapin, at vón er fyri framman, tí “… so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at vera Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara. (Jóhannes 1,12).

Vit, ið hava sæð ljósið, umtala vit ljósið, ella hongur hugur okkara fastur í myrkrinum? Nýta vit orkuna at nøra um tað góða, ella nýta vit tíðina til at banna myrkrið og tey, ið vit meta sum myrkursins børn?

Um vit tala um ljósið, Jesus Krist, so lýsnar, tí Jesus er tað einasta navnið, ið er givið menniskjum til frelsu. Navn hansara mega vit umtala og æra.
Verður hugt inn í Jesu eygu, varnast vit, at júst andlitsmynd okkara speglast í eygum hansara, meðan hann – eins og mamman – í kærleika heldur um okkum! Amen.

Orðið: “Guð gjørdi tey tvey stóru ljósini, hitt størra ljósið til at ráða um dagin og hitt minna ljósið til at ráða um náttina …Og Guð sá, at tað var gott.” (1. Mósebók 1,16.18).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: