Home > Uncategorized > Ein heilsan úr Ísrael til Vinafelagið Føroyar – Ísrael

Ein heilsan úr Ísrael til Vinafelagið Føroyar – Ísrael

Omri stendur í miðjuni á myndini

Hey – eg eiti Omri Galperin og eri úr Ísrael. Onkur tykkara kennir meg kanska, av tí at eg havi verið tvær ferðir í tykkara vakra landi.

Eg vil fegin greiða tykkum frá støðuni í Ísrael í hesum døgum: tey seinnu árini hava okkara Palestinagrannar í Gaza geiranum, uttan orsøk, sent rakettir inn í suður ísrael! Hetta gera teir at skapa eina sjúkliga yvirgangs støðu – ið førir við sær ótta og ræðslu millum folk í Ísrael.

Síðan í gjár hevur ísraelski herurin, undir stórum trýsti frá tí líðandi ísraelsfólki, gjørt átøk at royna at støðga hesum ørskapi ið yvirgangsfelagsskapurin Hamas og aðrir bólkar í Gaza fremja móti Ísrael.

Vit hava einki ringt at bera vanliga fólkinum í Gaza. Tey eru hjálpaleys og fátæk, av tí at yvirgangsbólkarnir brúka tey í teirra sjúkliga virksemi. Teir skjóta frá smáum býlingum í Gaza, millum sivilfólkið, av tí orsøk, at teir vita, at ísraelski herurin helst ikki fer at skjóta har sivilfólk búgva. Nú er tíð at hesi neyðars fólk gera uppreistur og siga at nú er nóg mikið og krevja at hesar yvirgangskroppar sleppa sær burtur úr teirra grannalagi og teirra lívi!

Okkara børn og vaksin í suður Ísrael kunnu ikki liva undir hesi hóttan úr Gaza longur. Smábørnini liggja ræðslu-sligin á náttartíð, og foreldrini ganga við ótta allan dagin, og noyðast alla tíðina at vera til reiðar at flýggja í bumbuskýlini. Foreldrini eru eisini óttafull um børnini sum eru í barnagarði og í skúla um dagin. Hetta lívið er heilt óhugsandi fyri foreldur aðrastaðni í heiminum. Vit ynskja bara frið!

Eg kann siga tykkum: hesir yvirgangskroppar brúka Koranina í yvirgangsins navni. Tað er nærum ógjørligt at koma á tal við teir. Henda bylgjan av víðgongdari Islam er ikki bara í Ísrael, men eisini í nógvum londum í Evropa – men í Evropa er hetta bert fræ enn – í Ísrael er tað stór trø.

Vissuliga – ikki allir muslimar eru yvirgangskroppar. Vit vóna og biða eftir, at tey røttu og tey góðu menniskjuni millum palestinar fáa ræðið, so kanska – kanska ein dag, fáa vit, um ikki heitan frið, so í minsta lagi køld viðurskifti.

Tit vita og minnast, at í flestu sangum sum okkara børn syngja, er orðið SHALOM (friður). Børnini umboða framtíðina. Vit ynskja shalom og biða eftir shalom – HEVENO SHALOM ALICHEM. Vit vildu ynskt at hernaðarátakið í Gaza brátt endar, og at palestinar læra børn síni orðið “SHALOM” sum eitt heilagt ynski – og ikki orðið “Shahid”, sum merkir, at ein persónur verður heilagur av tí at hann ofrar lív sítt í bardaga fyri gud sín Allaha.

So – her siti eg, eftir at ein bumba kom heilt til Tel Aviv. Náttin her í Ísrael verður ivaleyst vánalig – mong verða vakt av ávaringarlúðrunum. Hetta er dapurt og órættvíst.

Tað er umráðandi, at fólk kring allan heim eru sannførd um, at tey kenna ta sonnu søguna um okkara heimspart, og at tey vita, at yvirgangskroppar hava alla ábyrgdina. Skilja fólk ikki hetta skjótt, so fer fræið í Evropa at grógva til stór trø – tá fara øll vissuliga at skilja støðuna.

Vit ynskja frið og shalom fyri Ísrael og grannar okkara, men sum er, so hava vit ongan at samstarva við, og noyðast sostatt at verja okkum sjálv

“Hann sum skapar frið í tí høga, Hann fer at bera okkum og Ísrael og alheiminum frið – amen”

Omri Galperin, Israel
omri@tvmedia.co.il    16, November 2012

http://www.vagaportal.fo

Categories: Uncategorized Tags: ,
  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: