Home > Uncategorized > Trý túsund krónur aftrat um mánaðan – nei takk !

Trý túsund krónur aftrat um mánaðan – nei takk !

7 November, 2012

Skriva hevur: Hermann Oskarsson

Spotskliga verður sagt um okkum búskaparfrøðingar, at vit trúgva so fast upp á býttisliga einfaldar trúarsetningar, at vit púrasta avnokta veruleikan. Tí er tað at búskaparfrøðingurin ikki trýr egnu eygum sínum, tá hann sær ein hundraðkrónuseðil á vegnum. “Lá hann har, so hevði onkur langt síðani havt tikið hann upp!” Hann gongur tí framvið, og letur seðilin liggja. Onnur steðga og taka seðilin upp.

Men søgan eg nú skal siga, vendur beint øvugt. Búskaparfrøðingarnir hava funnið í túsundtals krónum til hvønn einasta føroying, men teir trúgva tí ikki – og lata seðlarnar liggja!

Trýrt tú mær ikki?

Hoyr so hesi orð:
Tað stendur hvørjum einstøkum skattaborgarar í landinum í boði at gjalda ein triðing minni í skatti, enn hann longu framman undan ger. Tað merkir at lærarin, sjúkrasysturin, verkfrøðingurin, handverkarin og nógv onnur við stívliga 300 túsund krónum í løn um ári, sleppa at gjalda trý túsund færri í skatti um mánaðin.

Tað er nóg mikið til at gjalda rentur og avdráttir av einari hálvari miljón av húsaláninum! Til eina rimmar summarferiu hjá allari familjuni. Til umbyggingina, tú hevur droymt um, til børnini, til betri matarhald og mangt, mangt annað.

Hetta er skattalætti, sum givin kundi verið øllum føroyingum, uttan at stolið var frá framtíðar borgarum og uttan at traðka botnin úr Landskassanum.

Hetta kann gerast, um vit lata rættvísina ráða og taka leigugjald frá teimum reiðarum og alarum, sum fáa vinnurætt til landsins felags tilfeingi. Uttan at tað skalar fiskivinnuna tað allarminsta – heldur tvørtur ímóti.

Men enn hevur føroyski skattgjaldarin ikki tikið av tilboðnum, og meg lysti at vita hví.
Tilboðið er ikki ein skitin hundraðkrónuseðil á vegnum, men trý túsund krónur um mánaðin so leingi Beinissvørð stendur!

Von við politiska korrupsjón

Føroyingar hava í áravís verið vanir við diskriminasjón og korrupsjón í umsitingini av vinnuligum rættindum – í fiskivinnuni, væl at merkja.

Heilt fram til 1993 vóru tað politikarar, sum púra selektivt býtti hesi virðismiklu rættindini til úrvaldar borgarar. Rættin til fiskiskap í føroyskum sjógvi, eins væl og fremmandum, var tað landsstýrinum heimilað at umsita, uttan stórvagis regluverk og eftirlit.

Landsstýrið gjørdi haraftrat mannamun við sínum selektivu útlutingum av fíggjarligum virðum, sum íløgustudningum, rakstrarstudningum, studningslánum, veðhaldum og lagaligum fíggingarvánum annars.

Ikki fyrr enn danska stjórnin í 1992 setti okkara politikarum knívin á barkan og kravdi eina gjøgnumskygda og reglubundna skipan við fiskiloyvum, kom broyting í.

Eftir at eitt regluverk varð gjørt í lógini um vinnuligan fiskiskap í 1993, bar ikki longur til hjá politikarum eftir vild at lata einstaklingum fiskirættindi. Nú vóru reglur galdandi um hvør ið skuldi hava tey, sum Løgtingið samtykti tær at vera í 1993.

Í 1993 vóru tveir kostir at velja. Antin so skuldu reiðararnir í lógini fáa rættindini til havsins virðismikla tilfeingi ókeypis at troyta, ella so skuldu teir gjalda eigaranum fyri tey – føroya fólki.

Eftir at størstu reiðararnir, politikarar og embætismenn høvdu “viðgjørt málið gjølla”, komu teir til tað niðurstøðu, at reiðararnir skuldu fáa hesi dýrmettu rættindi ókeypis – sum alment gávugóðs.

Eitt er stóri mismunurin sum framdur var í 1993 – at geva einum lítlum úrvaldum skara av borgarum hesi stóru virðini fram um allar hinar borgararnar.
Tað, ið kortini verri er, er at vit hvørt ár síðani tá hava latið staðið til, uttan at broyta hendan øgiliga órætt.

Ikki bara hava vit latið hendan órættin standa við, men vit hava endurtikið hann fleiri ferðir síðani – seinast í býtinum av loyvum at fiska makrel.

Sig mær hví?

Upprunaliga útlutingin av fiskirættindunum sambært lógina um vinnuligan fiskiskap frá 1993 var púra greið diskriminasjón. Løgtingið gjørdi mismun millum borgarar landsins, tá nakrir fáir føroyingar fingu frammíhjárætt fram um allar aðrar.

Nú eru næstan tjúgu ár liðin, og nógvir teirra hava selt øðrum rættin teir fingu ókeypis frá tí almenna, og hava soleiðis ríkað seg og sína ætt við hundraðtals miljónum.

Hetta var lóggevarunum alt kunnugt, tá stóra ránið fór fram.

Sama uppskrift hevur verið brúkt fram at hesum degi til útluting av nýggjum fiskirættindum, men tá makrelurin í 2011 skuldi útlutast kom kuril á tráðin. Tað var fyrsta ferðin at landsstýrið – fólksins vegna – seldi reiðarum fiskirættindi.

Og tá kom ein inntøka í landskassan – avmarkað sum hon var – sum tessvegna ikki skuldi heintast inn sum skattur.

Hin fyrsta av sínum slag her á landi.

Og nú var ringrásin slitin! Tí aftur í ár komu inntøkur í kassan, sum skattgjaldarin ikki skuldi gjalda, tí at landsstýrið fekk inntøkur fyri loyvi at fiska makrel.

Nú er ikki langt eftir á mál – og tað er í hesum føri at stívliga ein miljard kemur í landskassan, sum ikki koma frá skatti, men frá tilfeingisgjøldum. Frá fiskiskapi og frá alivinnu. Og ein miljard er ikki smáting.

Vegna tess at eingin áður hevur gjørt tær hetta greitt, hevur tú ikki vitað, at fiskatilfeingið var so nógv vert. Og tí hava nakrir fáir lippukongar kunnað krámað alt inn undir seg.

Spurningurin er tí hesin:

Hvør er tann makt, sum hesir menn hava, sum ár eftir ár fáa alment gávugóðs fyri hundraðtals miljónir upp í hendurnar, hóast fleiri teirra frammanundan eru ríkastu menn landsins?

Vit vita at teir eru ikki meira verdir borgarar enn tú og eg, men hvør er so tann eginleikin, sum gevur teimum hetta valdið í samfelagnum, sum ber av øllum øðrum?

Maktin hon kemur frá tær og mær, tí at vit lata órættin halda fram. Men hví gera vit tað? Tað er stóri spurningurin, sum eg hevði vilja vitað at svara.

Veitst tú?

Kelda: Blogg hjá Hermann Oskarsson

%d bloggers like this: