Home > Uncategorized > Uttaná ella innaní?

Uttaná ella innaní?


Jógvan Fríðriksson, biskupur

Í ungum árum stóð hugurin til sjógvin, og hepni lagaði tað so, at eg fekk náðir at sigla saman við dugnaligum fólki.

Tá ið lesturin við lærda háskúlan var lokin, og kallið Eystan Múla bíðaði, kom løtan at fara til próvtøku hjá biskupi. Siðvenjan er, at tann, ið skal røkja kallið sum sóknarprestur skal staðfesta, at hann er skikkaður til tænastu.

At koma á gátt í biskupsgarði og møta Eivindi Vilhelm biskupi var nakað serligt. Ein vinsælur maður, sum í útgangsstøði var blíður og fittur.

Samtalan um gudfrøði og kirkjuna tók sína tíð. Loksins var próvtøkan staðin. Tó, tann óformliga samtalan var ikki minni týðandi.

Tá ið Eivind Vilhelm hoyrdi, at tann komandi presturin í Ónagerði hevði siglt eitt sindur, segði hann: “Tað fert tú at sanna sum prestur, at lívsins skúli fer at roynast tær væl. Lívsins skúli verður tær eins hollur og lesturin á lærdum háskúla.”

Ivaðist og metti, at hesin dámligi maðurin vildi geva mær mót til gerningin. Ein hugnalig løta skal ikki undirmetast.

Í dag er 13. oktober 2012. Ein vakur dagur er sveipaður í náttarmyrkur. Ein friðsæl løta í tí heimliga, nú abbabørnini hava vitjað og gjørt okkum dagin ríkan. Samstundis eru tankarnir hjá teimum, sum um stundir kenna sorg og sakn. Tað er stilt við skriviborðið, og løtan er sjálvrannsakan.

Hvat er sannur kristindómur? Tað er eins og spurningurin hongur fastur í sinninum. So mangan var hin kristna trúgvin uttaná og ikki so djúpt inni í hjartanum. Í míni tíð sum sóknarprestur og míni tíð sum biskupur, – er trúgvin uttaná skinninum? Ella er hon innast í hjartanum?

Ein løgin kensla, tí í gjárkvøldið varð teksturin til 20. sunnudag eftir trinitatis lisin. Bergmálið ljóðar i oyrunum. Tað var nakað um himmiríkið, at tollarar og skøkjur ganga undan “tykkum” inn í Guðs ríki.

Hvat við okkara sjálvgóðsku, vit ið skikka okkum rímiliga væl, – uttaná?

Var okkurt um tjúgu ára gamal, og vit lógu á Toftum og tóku ís. Sigldi við einum línubáti, og hetta var tíðin, áðrenn línubátarnir fingu egningarmaskinu. Bæði skip og manning vóru ókend.

Støðan hjá manningini var ymisk, og lagið var ógvuliga gott hjá onkrum. Aðrir vóru væl fyri soleiðis sæð. Vit hildu Guðs orð hátt, og tað var gott at kenna, at trúgvin á Jesus var okkara millum. Tað fór valla at vera so buldrasligt, hóast menn vóru mælskir.

Eg gjørdi mær eina mynd, eina mynd, sum í dag veitir mær kvøl og trega. Tá ið vit meta um menniskju, kunnu vit fara so álvarsliga skeiv.

Komnir á fiskileið, og fyrsta setan var drigin. Nakað av fiski, men ikki tann stóra setan. Vit, ið egndu undan, vóru í skúrinum. Fjórða ella fimta hvønn stamp áttu vit hvør einstakur.

Veðrið var sjaskut og línan fløkt. Var ein óheppin og fekk stampar, ið vóru fløktir, so var torført at halda tørn. Um midnáttina, tá ið samstarvsfelagar mínir vóru lidnir við sín part, stóð eg einsamallur eftir við fýra fløktum stampum undir borðinum. Tað sá svart út, og valla varð nakar náttarsvøvnur.

Arbeiddi og hugsaði ikki stórvegis fyrr enn ein av teim ólátaðu monnunum kom út í skúrin. Hjá mær vitjaði sjóverkur, hjá honum var sjúkan ein onnur.

Uttan nógv orð egndi hesin maðurin stamparnar fyri meg. Tað gekk bæði væl og skjótt. Ein royndur og raskur maður.

Seinri hevur henda hugsanin órógvað sálarfriðin. Sum frá leið mentist førleikin, og arbeiðið var eitt spæl. Vit, ið bera kristna merkið alment í jakkanum. Vit, sum umboða Meistaran í orði og talu, eru ikki altíð tey fyrstu at koma øðrum til hjálpar.

Hesin maðurin, ið hjálpti mær at egna, gjørdi eina góðgerð. Eingin gjørdi mær ónáðir, men mangan valdi eg sjálvur at tørna inn og liggja í koyggjuni ístaðin fyri at hjálpa onkrum av teimum, ið mynstraðu fyrsta túrin.

Møtti nýliga hesum skipsfelaga í havnargøtum. Støðan var ikki mætari. Boygdur av rúsandi løgi og viðtikin.

Vit heilsaðu og góvu hvør øðrum hondina. Løtan var rík. Eitt gott menniskja og ein so vælsignaður maður, hóast tað, ið sæst uttaná, er illa farið og slitið.

Ein so vælsignaður maður, har tað, ið er innaní, er vakurt, heitt og fjálgt.

“Biskupur, tú sært eitt lasafar, men í hjartanum býr Jesus, frelsari mín.”

So hálsfevndust vit og fóru hvør sína leið. Í kvøld vitjar spurningurin, hvør kann verða frelstur. Mann hesin maðurin, ið nevnir seg lasafar, ganga undan mær inn í Guðs ríki?

Ja, sanniliga! Guð er stórur og dýrabarur! Amen.

Orðið: “Men Jesus hugdi uppá teir (lærusveinarnar) og segði við teir: “Hjá monnum er hetta ógjørligt, men hjá Guði er alt gjørligt.” (Matteus 19,26).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Vagaportal
Mynd: Jógvan Helgi Hansen

  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: