Home > Uncategorized > Gólvvaskarin og Microsoft

Gólvvaskarin og Microsoft

Bent Sofus Gaasedal 2012

Ein arbeiðsleysur maður søkti arbeiði sum gólvvaskari hjá Microsoft. Starvsfólkaleiðarin bað hann koma til eina samtalu har hann skuldi gjøgnumføra eina test sum var at vaska gólvið. Testin var góðtikin, og starvsfólkaleiðarin gav honum boðini um, at hann hevði fyngið arbeiðið og at hann bert væntaði hansara email, so hann kundi senda skjølini.

Maðurin svaraði, “eg eigi hvørki teldu ella email !“.

Starvsfólkaleiðarin var heldur bilsin av hesum og segði: “uttan email, fanst hann ikki virtuelt og kundi tískil ikki fáa arbeiði“.

Maðurin fór vónbrotin út aftur, við einans 10 dollarum í lummanum.

Hann fer inn í nærmasta handil og keypur tomatir fyri pengarnar. Hann gongur síðani frá hurð til hurð fyri at selja tær, og doblar soleiðis peningin. Eftir at hann hevur gjørt hetta nakrar ferðir, hevur hann 160 dollarir í lummanum. Tað gongur nú upp fyri honum, at hann kann vinna fyri sítt uppihald, og hann byrjar síðani tíðligani um morgunin er ikki heima aftur fyri seint um hvøldið.

Hvønn dag, fjórfaldar hann sín kapital. Síðani investerar hann í ein lítlan bil, og so seinni í ein størri bil, og til síðst hevur hann eina heila bilpark, sum er neyðugt fyri at kunna klára allar handlarnar. Innan 5 ár, er hann ein av stórstu leverandørunum í USA. Hann byrjar at hugsa um sína frammtíð, tekur kontakt við eitt tryggingarfelag fyri at klárleggja hvussu hann og hansara familja kunna tryggja seg móti tíðini fyri framman. Eftir at hava fyngið góð ráð, eru hann og tryggingarmaðurin komnir yvireins. Tryggingarmaðurin spyr síðani eftir hansara email, soleiðis at hann kann senda honum skjølini.

Maðurin svaraði, “eg eigi hvørki teldu ella email !“.

Tryggingarmaðurin sigur: “Stuttiligt, tú hevur bygt eitt heilt imperium, og hevur ongan email. Hugsa tær hvat tú hevði veri um tú hevði haft eina teldu?

Maðurin svarar: Ja, tá hevði eg verði gólvvaskari hjá Microsoft!

Hvat læra vit av hesum?
Hvør sum helst kann blíva ríkur gjøgnum hart arbeiði, óansæð um tú hevur teldu ella ikki!

Categories: Uncategorized
  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: