Sum tað kitlar tey í oyruni

Svenning av Lofti

Anita á Fríðriksmørk hevði í fjølmiðlunum onkrar viðmerkingar viðvíkjandi parti av ólavsøkuprædikuni hjá Símun Person Jacobsen presti. Hon var ikki samd við prestin.

Tí ber hon fram hugsanina um, at tað einans skal vera biskupur, ið skal sleppa at prædika ólavsøkudag, tá ið tingfólk koma í kirkju.

Hon orðar seg soleiðis:

“Á ólavsøku……haldi eg so, at prædikustólurin í Dómkirkjuni skal vera ognaður bispi. Ikki fyri at útihýsa ávísum meiningum, men fyri at geva løtuni ta tign, hon hevur uppiborið.”

Ólavsøkurøða prestsins varð útvarpað, so øll kundu hoyra, hvat hann segði. Loyvt er tí okkum øllum at siga, um vit eru samd við prestin – ella ikki – í tí, sum hann segði um, at Bíblian talar greitt um, at hjúnalagið einans skal vera millum mann og kvinnu.

Sjálvur eri eg púra samdur við prestin!

Mína sannføring um hetta mál havi eg úr Skriftini.

Men sum eg sat og las greinina hjá Anitu, so kundi eg ikki annað enn hugsa um orðini hjá gudsmanninum Paulusi, tá ið hann – við Heilaga Anda Guds – skrivar um, hvussu skal verða á komandi tíð og hansara inniliga eggjan til Orðsins prædikumenn:

“Prædika orðið, ver íðin í tíð og í ótíð, sannfør, revsa, áminn, við øllum langmóði og lærdómi! Tí tann tíð skal koma, tá ið tey ikki vilja vita av hini heilnomu læru, men eftir sínum egnu lystum, taka sær lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar tey í oyruni. Tey skulu venda sær frá sannleikanum og venda sær til ævintýr.” (2. Tim. 4,2-3)

Hetta sigur okkum, at tað vera nøkur, sum vilja, at m.a. sannleikin um tað av Gudi innsetta hjúnabandið skal jarðleggjast og tyrvast, meðan teirra egna “lystanna evangelium” og ævintýr skulu prædikast ístaðin.

Er tað ikki hagar vit nú eru komin?

Svenning av Lofti

One thought on “Sum tað kitlar tey í oyruni

Leave a comment