Home > Uncategorized > Einleiki og summarlýðka

Einleiki og summarlýðka

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Hin kristna trúgvin byggir á nakrar grundleggjandi sannleikar, ið eru ævigir. Trúarjáttanin hevur Jesus í fokus. Bygnaðurin er greiður, nøkur orð um Guð faðir, Guð son og Heilagan anda. Tær klassisku trúarjáttanirnar líkjast, og á okkara leiðum er tann ápostólska best kend.

At kristnar kirkjur og samkomur eru ymiskur, er ikki eitt nýtt fyribrigdi. Tað er ikki ein neilig útsøgn, tí hvør kirkja fær sítt kall og sína náðigávu. Tað sama er galdandi hin einstaka. Vit hava øll ein teig at røkja í Guðs víngarði.

Ápostulin Paulus sigur við kirkjuliðið í Korint, at á Kristi likami eru mangir limir, men eitt likam. Sagt á annan hátt, so er uppgávan hjá teim kristnu, at vit hvør í sínum lagi røkja tað kall, ið okkum er litið til.

Ápostulin nýtir málsligt snildi, tá hann spyr og svarar : “Um alt likamið var eyga, hvar varð tá hoyrnin? Um alt var hoyrn, hvar var tá lukturin? Men nú hevur Guð sett limirnar, hvønn einstakan av teimum, á likamið, eftir sum honum líkaði.” (Fyrra Korintbrævið 12, 17-18)

Myndin staðfestir, at limirnir á likaminum hava brúk fyri hvør øðrum. Likamið hevur tað best, tá allir limirnir virka sambært ætlan skaparans. Sambandið millum limirnar er so tætt, at líður ein limur, tá líða allir, og verður ein limur heiðraður, tá gleðast allir limirnir við.

Felags líðing í trongum tíðum. Felags gleði, tá væl veit við.

Myndin av Kristi likami er sterk. Hon vísir á eitt felags útgangsstøði, og avmarkar verk teirra kristnu til ein leiklut á Kristi likami.

Hetta minnir um eina aðra kenda mynd, myndina av trænum og greinunum. Træið ber greinarnar, og greinin ber einans frukt ta tíð, hon er á trænum.

Jesus sigur um seg sjálvan : “ Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera.” (Jóhannes 15,5)

Hesin einleikin millum Jesus og hin einstaka trúgvandi er alt avgerandi. Tað sama er galdandi kristnar kirkjur og samkomur. Signingin er at vera ein virkin limur á Kristi likami, at vera ein livandi grein á víntrænum, Jesusi.

Við øðrum orðum hava vit kristnu ikki so nógv at siga um okkum sjálvi. Vit kunnu vitna um Guðs stórleika í skapan og frelsu. Vit kunnu peika á Jesus og lyfta navn hansara hátt. Men søgan um okkum sjálvi eigur ikki at flyta fokus.

Trúgvin er ein sannføring, tað er at siga ja til Jesus sum Harra og frelsara. At trúgva er í tí tímiliga at søkja tað æviga. “Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina sann Guð, og tann, sum tú sendi, Jesus Krist.” (Jóhannes 17,3)

Myndirnar um likam Krists, ið hevur mangar limir, og træið, ið hevur nógvar greinar, boða einleikan. Høvuðsprestabøn Jesu varpar ljós á hetta sama evnið, einleikan millum Guðs børn.

Tey kristnu eru eitt, ikki eins. Likamið er eitt, limirnir mangir. Træið er eitt, greinirnar nógvar. Á sama hátt er kristnin eitt, sjálvt um vit hava skiftandi eyðkennir, ið koma til sjóndar í ymiskleika.

Áhugavert er at hyggja aftur í undanfarnu øld og síggja, at kærleikin millum brøður og systrar í Harranum er vaksandi. Har áður boð og forboð ljóðaðu, valdar ein kærleikans andi. Nógv hendir til tað betra, og vit merkja hitan og andans lýðku.

Eyðvitað staðfesta vit ymiskleikan og varðveita okkara egna samleika, men samstundis vísa vit í verki, at vit eru eitt í Kristi. Virðing og brøðralag tvørtur um mørk og garðar. Júst henda gongdin ger trúnni gott og skapar gleði.

Nevni eitt dømi, ið hevur gjørt tøkkina dýrabara ta seinasta hálva árið. Stutt undan jólum, 22. desember í fjør, ringdi fartelefonin, eftir at skrivstovan var stongd. Ein rødd spurdi: “Hvar ert tú?”

“Kanst tú ikki koma út á skrivstovuna?” Var í undirtroyggju og ivaðist stórliga, tí eg hevði júst vaska bilskúrin og var ikki hampiliga klæddur.

Opnaði hurðina og tendraði ljósið. Tað gekk ein løta, so hoyrdi eg eina kenda rødd og sá hvør stóð uttanfyri. Eg var málleysur, rørdur og heitur um hjartað.

Har stóð Dupultkvartettin í Ebenezer: “Vit vilja fegnir syngja ein sálm og ynskja tykkum gleðilig jól.” Og so sungu teir so frágera vakurt, soleiðis sum vit kenna sangin hjá Dupultkvartettini.

Tað var hávetur og kalt, men í hjørtunum andans lýðka.

So ymisk, – men eitt í Kristi. Amen.

Orðið : “Men eg biði ikki eina fyri hesum, men eisini fyri teimum, sum fyri orð teirra fara at trúgva á meg, at teir allir mega vera eitt…” (Jóhannes 17,20-21)

Jógvan Fríðriksson, biskupur

  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: