Home > Uncategorized > Bræv til pápan frá soninum.

Bræv til pápan frá soninum.

Pápin kom framvið kamarinum hjá soninum, og var sera bilsin yvir hvussu pent og ruddiligt alt var.

Hann fekk eyga á eitt bræv, sum lág á pútuni, sum var stíla “ til pápa”. Við ringum tannabiti og skelvandi hendrum, læt hann brævið upp og læs brævi frá sínum einasta soni.

“Kæri pápi!”

Tað er við stórari sorg, at eg noyðist at skriva til tín.

Eg var noyddur at flýggja við mínari kæru fyri at sleppa undan einari heldur keðiligari støðu við teg og mammu.

Eg veit at mamma enn heldur meg enn vera eitt barn, men pápi, nú eg eri nú 17 ára gamal, kann eg lívbjarga mær sjálvum.

Eg havi funnið sanna kærleikan við Súsannu sum er mær sera kær. Men eg eri fullvísur í at tú ongantíð vildi góðtiki hana, tí hon hevur piercinger, totoveringar og gongur í leðurklæðum, hartil er hon nógv eldri enn eg, hevur fimm børn, og tað elsta er javngamalt við meg.

Men pápi, hetta er ikki bara forelskilsi, hon er uppá vegin við tvillingum, og hon sigur, at vit fara at blíva sera eydnurík saman.

Súsanna býr í einum kampingvogni úti í skógnum, og hon hevur ríkiligt við brenni til at halda varman veturin yvir.

Vit hava so nógvar frammtíðardreymar, og pápi, hon sigur at hon fer at keypa mær nógv telduspøl. Súsanna elskar børn, og øll hennara børn hava ymiskar pápar, men hon sigur, at við mær verður alt annaleiðis. Pápi, eg veit at vit vilja vera saman í allar ævir, og Súsanna sigur at eg eri nógv meira maður, enn allir hinir eldru hon hevur verði saman við. Er hetta ikki cool.

Súsanna hevur opna míni eygu fyri at hassj als ikki er skaðiligt. Hon er forrætningskvinna, tí hon frammleiðir sítt egna hamp, sum hon selur fyri at forsyrgja allari familjuni. Súsanna er sera gløgg tá tað kemur til pengar; hon deilur hasj við grannarnar, og fær so kokain og ectasy afturfyri. Sum tú sært pápi, so er alt hetta forrætningsfólk.

Í hesari tíð, vóna vit at vísindafólk finna okkurt sum kann grøða AIDS, so at Súsanna kann fáa tað betri.

Pápi, tú skalt ikki vera stúrin fyri mær. Eg eru sera eydnusamur, og ein dag, so koma vit at vitja teg, soleiðis at tit kunna síggja tykkara barnabørn.

Við kærari heilsan,
Sonur tín Jónas.

G.G. Einki av hesum sum tú hevur lisið, er satt. Eg eri hjá Tummassi, og vil bara minna teg á, at tað eru langt verri støður til í heiminum, enn mín karakterbók sum liggur í ovastu skuffu.

Klemm! Ring til mín, tá tað er trygt hjá mær at koma heim🙂

Categories: Uncategorized
  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: