Home > Uncategorized > Røða Benjamin Netanyahu í ST 25. september 2009

Røða Benjamin Netanyahu í ST 25. september 2009

Fyri brátt 62 árum síðan viðurkendi Sameindu Tjóðir, at jødarnir, eitt 3500 ára gamalt fólkaslag, høvdu rætt til sín egna stat í landi fedra teirra. Her standi eg sum forætisráðharri Ísraels, hin jødiski staturin, og eg tali til tykkara vegna land mítt og fólk mítt.

ST varð stovnað eftir blóðbaðið í Seinna heimsbardaga og ræðuleikar Holocausts. Endamálið við ST var at fyribyrgja, at tílíkir ræðuleikar nakrantíð henda aftur. Einki hevur mótarbeitt hesum endamáli meira enn áhaldandi og miðvís álop á sannleikan. Í gjár stóð forseti Irans á hesum palli og oysti út jødahatska gor og gall sítt. Bara nakrar fáar dagar frammanundan endurtók hann at Holocaust var lygn.

Í seinasta mánaði var eg inni í einum húsum í Wannsee uttan fyri Berlin. Har hittust ovastu nazistaleiðarararnir tann 20. januar í 1942. Eftir eina góða máltíð avgjørdu teir, hvussu jødiska fólkið skuldi týnast. Týsku stjórnirnar hava síðan varðveitt fundarfrásøgnina, har nazistarnir nágreiniliga skriva, hvussu jødarnir skulu fyribeinast.

Hetta er avrit av skjalinum! (Heldur skjalið upp so fólkið sær)

Er hendan frásøgnin lygn? Hava allar tær týsku stjórnirnar sagt ósatt?

Dagin fyri at eg var í Wannsee, varð mær víst upprunabyggiætlanin fyri fangalegurnar Auschwitz-Birkenau. Hendan ætlan, sum eg havi her í hondini, er undirskrivað av næsta manni Hitlers, Heinrich Himmler. Í hesi týningarleguni varð ein millión jødar tikin av døgum. Er hetta eisini lygn?

Í juni mánaði vitjaði Obama forseti Buchenwald fangaleguna. Viðurkendi Obama forseti har eina lygn?

Ella hvat vit teimum, sum komu livandi úr Auschwitz og enn kunnu vísa fanganummarið, sum nazistarnir tatoveraðu á arm teirra? Eru hesar tatoveringar lygn?

Triðingur av øllum jødum vórðu fyribeindir undir heimsbardaganum. Nærum øll jødisk húski vórðu rakt, eisini mítt. Nazistarnir tóku lívið av ommu og abba konu mína, øllum mostrum, fastrum og øllum systkinabørnum hennara. Er eisini tað lygn?

Í gjár stóð maðurin, sum kallar jødatýningina eina lygn, á hesum palli. Eg virði tykkum, sum ikki møttu upp her, og tykkum, sum rýmdu út sum mótmæli. Tit vardu moralska klárleikan og ærdu land tykkara. Men til tykkara, sum lýddu á hendan holocaust-noktaran, vil eg siga vegna fólk mítt, jødiska fólkið, og vegna øll hampafólk:

Er ikki skomm skapt í tykkum? Er eingin sómi í tykkum?

Einans seksti ár eftir jødatýningina taka tit undir við einum manni, sum noktar, at seks milliónir jødar vórðu dripnir, og sum hevur lovað at beina jødiska statin burtur av heimskortinum. Hvør ein gøla! Hvør ein háðan móti ST-sáttmálanum! Kanska onkur tykkara heldur, at hesin maðurin og hansara ótespiliga stýri bert hóttir jødarnar. Har fara tit skeiv. Søgan hevur aftur og aftur víst okkum, at tað, sum byrjaði við álopi á jødar, endaði við at raka hópin av øðrum.

Iranska ríkið er stýrt av víðgongdari fundamentalismu, sum tók seg upp kring heimin fyri tríati árum síðan, eftir at hava ligið og durvað í øldir. Seinastu tríati árini hevur hendan øðin pínt og plágað klótu okkara við drápiligum harðskapi, og við køldum blóði valt offur síni heilt tilvildarliga. Hon hevur hjartaleyst slátrað muslimar og kristin, jødar og hinduar og mong onnur. Sjálvt um hendan øðin er fjøltáttað so royna viðhaldsfólk hennara at føra mannaættina aftur í miðøldina.

Har, sum til ber, noyða teir fram eitt gamaldags og einsporað samfelag, har kvinnur, samkynd og aðrir minnilutar og øll, sum ikki verða mett sum rætttrúgvandi, verða harðliga kúgað. Stríðið ímóti hesari fanatisku øði er ikki eitt stríð millum ymiskar religiónir ella mentanir, men eitt stríð móti mentanarloysi. Tað er 21. øld, sum stríðist ímóti 9. øld. Tey, sum stríðast, eru tey, sum meta sjálvt lívið heilagt, mótvegis teimum, sum fagna deyðanum.

Tað átti at verið lætt hjá hini framkomnu 21. øld at vunnið á tí einoygdu 9. øld. Okkara ómissandi frælsi, tøkniliga megin við óavmarkaðum samskiftismøguleikum átti at staðið sterkt í stríðnum. Men at enda fer framtíðin at sigra á fortíðini. Og framtíðin lovar øllum tjóðum stóra vón. Skjótleiki framtíðarinnar økist í stórum. Øldir gingu frá fyrsta bóka-prentinum til telefonina, tíggjatals ár frá telefonini til telduna og bert fá ár frá telduni til alnótina.

Tað, sum fyri bert fáum árum síðan tyktist púra ógjørligt, er longu avoldað, og torført er at ímynda okkum tað, sum fer at koma. Vit fara at bróta gen-gátuna, ólekjandi sjúkur fara at kunna lekjast, og vit fara at liva longri. Vit fara at finna bíligari brennievni, og klótan verður reinari. Eg eri stoltur av landi mínum, Ísrael, sum er í fremstu røð innan vísindi og tøkni, heilivág og lívfrøði, vatn og landbúnað, orku og umhvørvi. Hesin heimsumfatandi framburður boðar frá ljósari framtíð fyri mannaættina.

Men um hin mest tilafturskomna fanatisman er før fyri at útvega sær vandamiklastu vápnini, fer at ganga aftur á hondina eina tíð. Eins og seinkaði sigurin á nazistunum kunnu kreftir frælsisins og framburðsins bert sigra aftan á eitt ræðuligt blóðbað og øgiligan miss fyri mannaættina. Tí er heimsins størsta hóttan í dag hjúnalagið millum religiøsa fanatismu og hópoyðingarvápn.

Mest átroðkandi avbjóðing hjá ST er at forða fyri, at bølmennini í Teheran útvega sær kjarnorkuvápn. Eru limalondini í ST til reiðar at viðurkenna sær hesa avbjóðing? Vil altjóða samfelagið standa andlit til andlits við ein einaræðisharra, sum fremur yvirgang móti sínum egna fólki, sum roynir at stríðast fyri frælsi? Ætlar heimsfelagsskapurin at gera nakað við einaræðisharrarnar, sum stjólu sær ein valsigur, og á alljósum degi skutu iransk mótmælisfólk, sum doyðu í gøtunum, kvald í egna blóði sínum? Ætlar heimsfelagsskapurin at arbeiða ímóti heimsins vandamiklu yvirgangsmonnum ella stuðlum teirra? Og fram um alt, ætlar altjóða samfelagið at forða iranska yvirgangsstýrinum at menna atomvápn til á tann hátt at hótta heimsfriðin? Iranska fólkið hevur óttaleyst mælt ímóti stýrinum, og skilagóð fólk kring allan heim standa við teirra lið, eins og tey túsundtals, sum hava mótmælt her uttanfyri. Ætlar Sameindu Tjóðir eisini tað?

Kvinnur og menn – lagna Sameindu Tjóða er enn óviss, og seinastu tekin í sól og mána eru ikki hugalig. Heldur enn at átala yvirgangsmenninar og teirra iransku stuðlar, so hava nøkur her heldur dømt offur teirra. Tað var júst tað, sum hendi í nýggju ST-frágreiðingini um Gaza, har yvirgangsmenninir á lygisaman hátt vórðu javnsettir við tey, sum vóru fyri yvirganginum.

Í samfull átta ár sendi Hamas túsundtals bumbur og rakettir úr Gaza inn í ísraelskar býir. Hóast skotið varð beinleiðis móti lfólki okkara, kom ikki ein einasta ST-samtykt, sum átalaði hesar brotsgerðir. Einki var at hoyra – ikki eitt kis hoyrdist frá ST-mannarættindaráðnum, hvørs navn heldur er týdningarleyst.

Í 2005 tók Ísrael seg sjálvboðið aftur úr øllum Gaza í vónini um, at hetta skuldi føra til frið. 21 búsetingar vórðu niðurtiknar, og 8000 ísraelar vórðu tnoyddir at flyta. Men frið fingu vit ongan. Í staðin fingu vit eina Iran-stuðlaða yvirgangsmiðstøð átta kilometrar frá Tel Aviv. Tilveran í bæði stórum og smáum ísraelskum býum við Gaza markið gjørdist ein marra. Rakettálop Hamas ikki bara hildu á, men tíggjufaldaðust. Og ST latst ikki um vón.

Tá álopini høvdu vart við í samfull átta ár, sá Ísrael seg noytt til at svara aftur. Men hvussu skuldi tað gerast? Ja, í heimssøguni er bert eittans dømi um túsundtals rakettir móti sivilfólkinum í einum øðrum landi. Tað var tá nazistarnir bumbaðu bretskar býir undir seinna heimsbardaga. Seinni skutu teir sameindu týskar býir í sor og hundraðtúsundtals menniskju lótu lív. Ísrael valdi at gera tað á annan hátt.

Mótvegis einum fígginda, sum var sekur í dupultum krígsbrotsverki; at bumba sivilmál og sjálvur krógva seg millum sivilfólkið, royndi Ísrael at leypa beinleiðis á rakettstøðirnar. Tað var ikki lætt, tí yvirgangsmenninir sendu rakettir frá skúlum og privatum húsum og brúktu moskurnar til vápnagoymslur og fluttu spreingiløðingar í sjúkrabilum. Hinvegin royndi Ísrael at avmarka talið av dripnum so nógv, sum til bar, og áhaldandi varð heitt á vanliga fólkið um at halda seg burtur frá álopsmálunum okkara. Vit tveittu hópin av flogseðlum til gazafólkið, sendu túsundtals teldupostar og ringdu til túsundtals fartelefonir at biðja fólk um halda seg burtur, har vandi var. Ongantíð áður hevur eitt land gjørt so nógv at fáa sivilfólk fíggindans burtur frá málinum, áðrenn lopið varð á.

Hóast tað var púra greitt hvør, ið leyp á og hvør, ið varð álopin, gjørdi mannarættinda-felagskapur ST av at geva Ísrael skuldina – einum demokratiskum landi, sum nýtti sín sjálvsagda rætt til at verja seg sjálvan móti yvirgangi, men varð siðalagsliga skrætt sundur í eini órættvísari rættargong. Við slíkari skilaleysari viðferð hevði mannarættinda-felagskapur ST kunna drigið bæði Roosevelt og Churchill fyri rættin sum krígsbrotsmenn. Hvør ein rangsnúgving av sannleikanum!!!

ST-umboðsfólk! Fara tit at góðtaka slíka rangsnúgving? Gera tit tað, so søkkur ST niður aftur í sínar døkkastu dagar, tá ið teir, ið høvdu ábyrgdina av verstu brotunum á manna-rættindini, settu seg til dóms yvir lóglig demokratisk lond, tá ið sionisman var sammett við rasismu og tá ein meiriluti – av sær sjálvum – kundi samtykkja, at jørðin var fløt.

Um ST-felagskapurin ikki vísir nevndu frágreiðing frá sær, so fara yvirgangsmenn um allan heimin at skilja hetta soleiðis: Yvirgangatsóknir loysa seg, um tú gert álop úr tætt fólkaðum økjum, so sleppur tú undan. Og við at døma Ísrael fer hesin felagskapurin eisini at geva friðinum mønustingin. Hetta er orsøkin.

Tá ið Ísrael tók seg úr Gaza, vónaðu mong, at rakettálopin fóru at halda uppat. Summi hildu, at sjálvandi fóru fólk at skilja tað rætta í, at Ísrael gjørdi, sum tað gjørdi, fyri at fremja sín sjálvsagda rætt til sjálvverju. Men hvønn rætt? Og hvørja sjálvverju?

Hetta ST, sum hálovaði afturtøku Ísraels úr Gaza og lovaði at stuðla rætti okkara til sjálvverju – so dømir sama ST okkum nú fyri krígsbrotsverk – mítt fólk, mítt land -. Fyri hvat? Fyri at hava víst ábyrgdarkenslu, meðan vit vardi okkum sjálvi. Hvør ein mótsøgn! Ísrael vardi seg ímóti yvirgangi. Hendan órættavísa frágreiðingin er ein greið roynd fyri allar stjórnir: Eru tit í parti við Ísrael, ella eru tit í parti við yvirgangsfólkunum?

Tit mugu svara hesum spurningi nú – og Ikki seinni. Tí um Ísrael aftur verður biðið um at seta seg sjálvt í vanda við tí endamáli at fáa frið í lag, mugu vit í dag fáa at vita, um tit fara at standa saman við okkum í morgin. Einans í áliti á okkara egnu evni at verja okkum sjálvi, kunnu vit royna enn fleiri møguleikar á friðarleið.

Kvinnur og menn, ið her sita, tit skulu vita, at alt Ísrael ynskir frið. Hvørja ferð onkur arabiskur leiðari sannhjartaður ynskir frið, so gera vit friðarsáttmála. Vit gjørdu friðarsáttmála við Jordan saman við Hussein kongi. Og um palestinar veruliga ynskja frið, vilja stjórn mín, eg og ísraelska fólkið, gera friðarsáttmála við tey. Men vit ynskja ein veruligan frið, ein haldgóðan frið, ein frið, sum kann verjast. Í 1947 tók ST avgerð um at stovna tvey sjálvstøðug ríki fyri tvær tjóðir. Jødarnir góðtóku loysnina. Arabararnir vrakaðu hana.

Vit biðja palestinska fólkið inniliga um at gera tað, ið tey noktaðu fyri at gera fyri 62 árum síðani: At siga ja til eitt jødiskt ríki, á sama hátt sum vit verða biðin um at siga ja til eitt tjóðarheim fyri palestinska fólkið, soleiðis biðja vit palestinar um at góðtaka ríki jødiska fólksins. Jødiska fólkið er ikki fremmant hertøkufólk. Hetta er land fedra okkara.

Á útvegginum á hesum bygningi er skrivað hin stóra bíblilska friðarsjónin: ?Fólk skulu ikki longur lyfta svørð móti fólki, og teir skulu ikki longur læra seg hernað?. (Esaias 2,4) Hesi orðini bar Esaias profetur í Ísrael fram fyri 2.800 árum síðani, tá ið hann kom til mítt land, mín bý, til hæddir Juda og gøtur Jerusalems.

Vit eru ikki fremmand í hesum landi. Hetta er okkara heimland. So tætt, sum vit eru knýtt at hesum landi, viðurkenna vit, at palestinar eisini búgva her og ynskja sítt egna heim. Vit ynskja at liva lið um lið saman við teimum, sum tvær frælsar tjóðir i friði, góðum korum og sóma. Men okkum tørvar trygd. Palestinar eiga at hava mátt til at stjórna sær sjálvum, men eiga ikki at hava í hondum sínum vápn, sum eru til vanda fyri Ísrael. Tí má ein palestinskur statur verða avvápnaður. Vit vilja ikki hava eitt nýtt Gaza, ella eina Iran-stuðlaða rakettstøð í grannalendi Jerusalems ella nærhendis Tel Aviv.

Vit ynskja frið. Eg haldi at ein slíkur friður er gjørligur. Men einans um vit niðurberja yvirgangin, ið verður stýrdur úr Iran, og sum vil oyða friðin, týna Ísrael og jarðleggja heimsskipanina. Spurningurin sum altjóða samfelagið má taka støðu til, er, um tað er til reiðar at basa hesum ágangi ella laga seg eftir honum.

Fyri meiri enn sjeyti árum síðani harmaðist Winston Churchill um tað, ið hann rópti ?tørvandi vilji mannaættarinnar at læra.? Tað var hin harmiligi óvanan skipað samfeløg hava við at sova inntil vandin óvæntaður er á teimum. Churchill harmaðist tað, ið hann nevnir ?tørvandi framskygni, tokukenda hugsan, ráðaloysi, sum heldur á til vit standa í eini neyðstøðu, ein óvilji at fara til verka tá ið tað snýr seg um at gera tað neyðuga, ið gerast skal, á ein einfaldan og munadyggan hátt.?

Eg nevni hetta í dag í teirri vón, at orð Churchills hesuferð skulu gerast til einkis. Eg vóni at vit kunnu læra av søguni, at vit kunnu forða vandanum frammanundan. Hugtakandi eru tíðarleysu orðini, ið Josva fekk at hoyra fyri meiri enn 3000 árum síðani: ?Latið okkum vera sterk og ikki missa mótið.?

Latið okkum standa ímóti hesum vanda, tryggja okkara framtíð, og – um Gud vil – tryggja ein varðandi frið fyri komandi ættarlið.

Týðing: Dánjal Poulsen og Svenning av Lofti

  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: