Home > Uncategorized > Hermann Oskarsson: Veitst tú tað?

Hermann Oskarsson: Veitst tú tað?

Veitst tú tað?

Veitst tú av, at tilfeingisvirðið í fiskiskapi einsamalt helst hevði verið ført fyri at gjalda meginpartin av allari sjúkrahústænastuni í landinum?

Veitst tú av, at tilfeingisvirðið einsamalt í fiskiskapi og aling helst hevði verið ført fyri at goldið bróðurpartin av heilsuverkinum á hvørjum ári?

Og veitst tú, at hetta kundi verið gjørt uttan at knúsa fiskivinnuna ella alivinnuna, men at teimum einki fer at saka, og at vinnurnar heldur gjørdust betri fyri?

Veitst tú av, at hetta er nógv minni ørskapur, enn tað er í óðum verkum at skatta eftirlønirnar í inngjaldi? Ein avgerð, sum varð tikin uttan eina einastu skila útrokning og uttan almenna viðgerð av nøkrum sum helst slag.

Og veitst tú, at hetta ikki verður gjørt, tí at nakrir fáir føroyingar hava fingið hesi rættindini sum gávugóðs frá landinum – helst uttan at tú gáaði eftir tí?

Veitst tú – ella hevur tú lagt til merkis – at tað er nærum ógjørligt at fáa almenna viðgerð av hesum málinum? Antin tí at politikararnir drepa tað í tøgn, ella tí at tú verður lagdur undir at vera alt frá landasvíkjara til bartrog.

Og veitst tú av, at Føroya fólk – tú og grannin og øll vit onnur – at vit eiga hetta í felag? Tí tað er skrivað í eina Løgtingslóg, og tað er í samsvari við rættarskilið í okkara parti av heiminum. Tað er eisini felt í stýrisskipanarlógina, sum ongantíð kom til atkvøðugreiðslu.

Veitst tú av, at íslendingar í óðum verkum søplaðu hesa ogn av hondum til eitt úrvalt lið av íslendingum, og at ST hevur dømt Ísland eftir Mannarættindasáttmálanum at hava brotið mannarættin? Oman á tað heila var hetta gávugóðsi ein av byrðunum, sum rendi Ísland á heysin fyri stívliga trimum árum síðan.

Veitst tú av, at nú sita arvingarnir hjá hesum íslendsku kvotabarónunum og drekka sjussar á Bermuda, meðan pengarnir renna inn á bankabókina – bara tí at teir fingu tilfeingisognina sum gávugóðs frá íslendska ríkinum?

Veitst tú av, at ætlanirnar hjá sitandi samgongu er at lata nøkrum fáum úrvaldum føroyingum hesa ríku felagsogn at ráða yvir, sum var hon teirra privata ogn?

Og veitst tú av at hetta er ikki eingang lygn!

– Skrivað hevur: Hermann Oskarsson

Categories: Uncategorized
  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: