Mistøkini og tilvildin í menningarlæruni

“Á, Timoteus. Varðveit tað, sum tær er litið upp í hendur, og vend tær burt frá hinum vanheilaga, tóma tosi og mótstøðu “kunnskaparins” – sum tað av órøttum verður kallað, og sum nøkur játta seg undir og eru vilst burt frá trúnni. Náðin veri við tær.” ( 1.Tim.6:20-21).

Boðskapur mín hevur heiti “Mistøkini og tilvildin í menningarlæruni”, um mær er loyvt at lána eitt heiti frá sjónvarpi og umbroyta tað í ávísan mun. Men viðvíkjani menningarlæruni eru ikki bara smávegis mistøk, men eisini tilætlaðar svikagerðir. Eitt hitt mest mishugaliga við komu darwinismunnar er, at hon inn í vísindina skoytir uppí ein svikaratátt, slíkt sum ikki varð sæð áður. Um mær má vera loyvt at vísa til tað, sum heimsnavnframi skordýrafrøðingurin Dr. W.R. Thompson skrivaði, sum í mong ár var leiðari á Commonwealth Institude of Biological Control í Ottawa, Canada. So tignarligur náttúruvísindamaður var Dr. Thompson, at hann í 1959 var útvaldur at skriva fororði til hundrað ára upplagi av útgávuni hjá Darwin “Origin of Species.” Hetta fororð er eitt breiðsíðu álop imóti menningarlæruni av einum av heimsins stórstu vísindamonnum. Tað er vert at lesa. Her verður sagt : “Henda støða, har menn renna um kapp at verja eina læru, sum teir ikki eru førir fyri at skilmarka vísindaliga, enn minnið at prógva við vísindaligum strangleika, roynandi at hevda lærunnar virði fyri almenninginum við at kúga sannar atfinningar og at útihýsa meinbogum, hetta er ókent og illa dámt í vísindini.” Seinni segði hann: “Viðgongd Darwins gekk hond í hond við afturgongd hinna falsleysu vísind.” Harafturat sigur Dr. T.N. Tahmisian, sum er lívvirkisfrøðingur fyri the Atomic Energy Commision: “Vísindamenn sum læra at menningarlæran er lívsins veruleiki, eru teir stórir visindamenn? Ja, stórir svikamenn, og søgurnar teir siga eru stórstu villusøgur gjøgnum allar tíðir.”

Lat okkum fara at hyggja eftir hesum søgum í dag og síggja um tær eru vísindaligir veruleikar, ella um tær eru stórstu villusøgur gjøgnum allar tíðir; sanniliga ímillum “mistøk og tilvild” eru ikki mangar ábendingar um afturgongd fyri vísindaligum falsloysi. Endurtøku ástøði Ein og hvør sum fer á lærustovn at granska vísindi minnist professaran Ernst Haeckel og hansara biogenetisku lóg. Hann var ein av hinum fyrstu talsmonnum fyri endurtøku ástøðinum, ella sum tað er betur kent: “Ontegeny recapitulates Phylogeny.” Hetta merkir at menningin av fostrinum í lívmóðrini hjá eini móðir fer ígjøgnum fleiri menningarstig. Frá einari kyknu….. síðani fjølkykna…… síðani fiskalíkt við toknum…….. síðani apulíkt við hala……… og síðani verður tað eitt menniskja sum er farið ígjøgnum øll menningarstigini soleiðis sum menningarlæran lýsir mannasøguna. Hetta ástøði var sett fram av týska professaranum Ernst Haeckel í síðstu øld. Við ágrýtni styðjaði Haeckel læruna hjá Darwin. Men nøkur ár seinni, tá alt hetta varð meiri kannað og tøknin gjørdist betur og kunnleikin um kyknirnar mentist, tá kom fyri dagin, at henda avskeplan varð sett í verk ímóti betri vitandi. Haeckel professari varð ákærdur við Jena University Court og varð funnin sekur. “Skuldartyngdur” játtaði hann sítt svik, sum eftir øllum at døma varð gjørt fyri at stuðla menningarlæruna. Haraftrat segði Haeckel: “Sanniliga skuldi eg verið dømdur, varð tað ikki fyri tann veruleika, at í hundraðtali av øðrum eygleiðarum og lívfrøðingum lógu undir somu ákæru.” Tað syrgiliga er, at hóast Recapitulation Ástøði er fallið av hásætinum fyri mongum árum síðani, so verður tað kortini enn lært í mongum skúlum.

Fyri umleið fimtan árum síðani vórðu ein professari í lívfrøði við Broward Community College og Dr. Robert Strong, ein gesta ráðharri, bjóðaðir til samkomu okkara til eina røð av gudfrøðiligum fyrilestrum; teir luttóku í orðadrátti viðvíkjani menningarlæru mótvegis skapan. Sjónarmiðini hjá lívfrøði-professaranum vóru av Dr. Strong fullkomuliga pettaði sundur, soleiðis at professarin varð noyddur at siga: “Mítt ástøði hvílir heilt og fult á nágreingiliga próvnum fyri menningarlæruni, sum byggir á fosturfrøðina: “Ontegeny recapitulates Phylogeny.” Lítið visti hann at ovastin í British Association for the Advancement of Science, ein av heimsins mætastu fosturfrøðingum, hevði sagt, at allar upplýsingar viðvíkjandi menningini av fostrinum nú eru kendar: Hvussu enn víkir og vendir so gevur fosturfrøðin menningarlæruni als ongan stuðul. Hann var syrgin at viðganga hetta. Og soleiðis hevði okkara professari í lívfrøði grundað allan sín stuðul á ástøði menningarlærunna á eitt prógv, sum als ikki var nakað prógv, Í meiri enn hundrað ár hava milliónir og aftur milliónir av lesandi verið lærd Recapitulation (endurtøku) Ástøði, at hitt vaksandi fostri, hitt ófødda, stuðlar menningarlæruni. Ein tilætlað lygn, sanniliga. Tað tykist sum staðfestingin hjá Dr. Thompson, at koma darwinismunnar hevur dálkað vísindinnar reinlyndi er sonn, í øllum førum á hesum øki.

Piltdown maðurin
Síðani er tað hitt best kenda svik alra tíða: hin víðagitni Piltdown Maðurin. Tað var í 1912 at Arthur Smith-Woodward, stjóri í British Museum of Natural History í London, og Charles Dawson, lækni í medisin og leikmaður í palaeontology (læran um deyð dýr og plantur) avdúkaðu eitt kjálkabein og ein part av einum skølti í eini eyrholu tætt við Piltdown í Onglandi. Í øllum førum sá út til, at kjálkabeinið var rættiliga apulíkt, tá sæð verður burtur frá tí veruleika, at tær stóru tenninar, sum vanliga eru at finna í einum apukjafti, vóru ikki til staðar. Harafturat var hetta brúnligt á liti og at síggja til ógvuliga, ógvuliga gamalt. “Avdúkingin” varð prísað við fagnaðarrópum, hetta var : the “Dawn Man”, hitt fyrsta “missing link”. Í fjøruti ár hugdu lesandi kring knøttin eftir myndunum av hesum umskapaða “Dawn Manninum”, hvørs skapilsi prýddi øll heimsins listasøvn. Her var “the missing link.” Fjøruti ár seinni, eftir at fluoride royndirnar vóru møguligar, tá vóru skølturin og kjálkabeinið kannað við fluoride. Úrslitið av hesi roynd var, at aldurs ásetingin av skøltinum var ikki sum áður varð sagt 500.000 ár, men at hann einans var umleið 2000 ára gamal. Kjálkabeinið var einans nøkur ára tíggir til aldurs. Síðani varð hetta kannað undir mikroskopið (sjóneyku), her kom fyri dagin, at tenninar varisliga vóru fílaðar niður, so tær skuldu líkjast mannatonnum. Alt hetta var fargað við sterkum kryddi (salti) og øðrum evnum, fyri at tað skuldi síggja út at vera ógvuliga gamalt. Hetta varð sett niður fyri at verða funnið, ætlandi var tað sjálvur Dr. Dawson, sum gjørdist víðagitin vegna Eoanthropus dawsoni – eitt svik sum hevur førkað milliónir av lesandi burtur frá skapannarsøguni. Tað er prógvað at Piltdown Maðurin er ein stór svikagerð.

The Orgueil Fall
Ein onnur svikagerð er kallað “The Orgueil Fall.” Í ein útsynning í Fraklandi verður sagt, at eitt petti av einum torusteini (meteorite) varð avdúkað; hetta var fyri meiri enn eini øld síðani. Hetta hendi einans fimm vikur eftir at Pasteur helt sína stóru røðu og gjørdi enda á ástøðinum um sjálvkravda menning av lívinum. Menningarlæru fjeppararnir vóru í slíkan mun skelkaðir, tí ástøði teirra um sjálvkravda menning av lívinum varð lagt í oyði, at onkur ætlandi avdúkaði hetta petti av einum torusteini, sum innihelt lívrunnið tilfar. Men næstan eina øld seinni við nýggjari kanning vísir hetta seg at vera ein snilt upphugsað eftirgering. Svikamaðurin hevði eyðsýniliga á ein ella annan hátt slevja og vætt torusteinin, inntil hann gjørdist bleytari, síðani hevði hann brúkt eitt slag av lími sum bindievni, koyrt eitt sindur av jarðligum lívrunnum tilfari í, fjalt hetta og hita tað so tað skuldi líkjast árininum sum jarðarhitin kundi geva, fyri síðani at siga at enn er vón fyri náttúru menning lívsins, tí hetta má vera komið higar sum ein torusteinur. Aftur ein illvilja svikagerð útint ímóti børnum okkara.

Scopes Trial
Síðani er tað hitt víðagitna Scopes Trial. Ein tyngjandi vitnisburður var tað, táíð Clarence Darrow setti William Jennings Bryan í vitnisbás. Darrow sum var gudloysingur og evolutionistur spurdi Bryan, um hann visti, at í heimstati hansara, Nebraska, livdi fyri eini millión árum síðani eitt slag av menniskjum. Bryan svaraði at hann visti einki um hetta, og at hann ei heldur trúði tí. Síðani fekk Darrow eisini, tann tá í tíðini mest virda vísindamannin innan læruna um deyð dýr og plantur, Dr. Henry Fairfield Osborn við American Museum of Natural History, upp í leikin. Hann váttaði at í 1922, trý ár undan hesum, vóru prógv funnin, at eitt slag av menniskjum fyri eini millión árum síðani livdi í Nebraska. Bryan var málleysur. Hetta var almannakunngjørt um alheimin. Men táíð vísindamenn fóru at kanna hetta sokallaða prógv, komu teir fram til, at henda avdúking var gjørd av einum manni nevndur Harold Cooke. Uppdaganin varð síðani í roynd og veru á hóskiligum fakmáli skírt : Hesperopithecus haroldcookii, sum merkir “Western ape-man”. Hvat var tað hesir vísindamenn raktu við? Teir komu fram á, at hetta “prógvið” einans var ein tonn. Ikki tenn, ella kjálkabein, ella skøltur – men ein tonn. Nakað seinni á sama øki raktu teir við eina aðra tonn, meinlíkari hini fyrru. Men henda seinna tonnin var føst í einum kjálkabeini, sum hoyrdi til eina beinagrind, og beinagrindin var av einum grísi; ella fyri at vera meiri beinrakin: einum avoldaðum grísi. Dr. Duane Gish segði, at hetta var hvørki “ein mannalík apa, ella eitt apulíkt menniskja, men ein avoldaður grísur.” Hann segði eisini: “Eg haldi at hetta er eitt dømi um, at ein vísindamaður gjørdi eitt menniskja av einum grísi og ein grísur gjørdi eina apu av einum vísindamanni.”

Men vinir mínir, má tað vera mær loyvt at siga tykkum, at allastaðni í lærubókunum í skúlum okkara vóru tekningar og endurskipanir (broytingar) av hesum at síggja, harafturat vóru modell av hesum sett inn á listasøvnini vísandi Hesperopithecus haroldcookii í allari dýrd síni, sitandi runt um eldin við familjuni við einum gassa um herðarnar. Teir høvdu smíða okkara fullfíggjaða felaga. Her var hann, opinberur fyri øll at síggja – og alt sum tað snúði seg um var ein grísatonn. Eitt fólkaslag av monnum sum livdi í Nebraska fyri eini millión árum síðani?? Sig so tað.

Pithecanthropus
Síðani er tað sjálvandi eisini hitt gitna “Pithecanthropus erectus”. Allir næmingar sum fóru á hægri læristovn hildu, at nú var endiliga komin stundin, at ein ávísur var opinberaður, og tí kundi sigast: “Pithecantanthropus”, bókstaviliga merkir tað “erect ape-man” ella “apu-menniskja, sum stendur upprætt.” Pithecanthropus varð funnin av niðurlendinginum Eugene Dubois. Hann reisti frá Niðurlondum til Java við endamálinum fyri eyga at finna eitt apu-menniskja. Nú, tað sigur ikki so lítið um vísindaligan objektivitet, táíð ein ferðast hálvan knøttin fyri at finna apu-menniskjað, og voila – so finnur man eitt apu-menniskja. Men Dubois vildi ikki vísa dýrgripin fyri nøkrum øðrum. Alt sum hann vildi vísa var eitt gipsmodell, sum hildið verður, at hann hevði gjørt av einum skølti. Hann hevði funnið ein skølt og eitt lærbein. Tað var ógvuliga týðiligt at lærbeinið var av einum menniskja, eins týðiligt var, at skølturin var rættiliga apulíkur í útsjónd. Við at látast sum hesi vóru úr sama upphavi, setti hann tey saman og kallaði sameiningina “Pithecanthropus erectus”. Men Eugens Dubois segði ikki heiminum allan sannleikan. Hann segði ikki, at lærbeinið varð funnið umleið 50 føtur niðanfyri skøltin. Ei heldur segði hann, at á somu hædd sum apulíki skølturin, Pithecanthropus, varð funnin, vórðu tveir mannaskøltar (kendir sum Wadjak 1 og 2) eisini funnir. Hesir mannaskøltar høvdu eina skallarúmd, sum máldi umleið 1550 – 1650 cc. (helst meiri enn flestu okkara hava). Í 26 ár fjaldi Dubois hesar mannaskøltar undir gólvbrettunum á kamari sínum, tí hann visti, at um hann opinberaði, at hann fann hesar á sama hæddarstigi, og at teir eyðsýniliga vóru javnaldrar, so kundi Pithecanthropus ómøguliga vera forfaðir okkara. Áðrenn Dubois doyði, var hann komin til ta niðurstøðu, at skølturin hoyrdi til eina stóra gibbonapu, og at hetta als ikki var nakað apu-menniskja.

Neanderthal Man
Nú koma vit til eina aðra víðakenda “uppdaging” : the Neanderthal Man. Eg eri vísur í, at tú kemst við “Homo neanderthalensis”. Í síðstu øld varð ein nøgd av hesum beinagrindum funnin í Neander Dalinum nær Dusseldorf í Týskalandi. Hesar vórðu umskapaðar av einum palaeontologisti, nevndur Boule. Nú byrjaðu teir at prýða øll heimsins listasøvn og lærubøkur. Tú eigur at minnast myndir av Neanderthal monnum. Hesir vóru boygdir framyvir, og gingu á uttaru síðu á fótunum; høvdu ein gassa um herðarnar og dragsaðu konur sínar eftir hárinum. Hetta var hitt fullkomna apu-menniskja. Seinni kom fyri dagin, at Neanderthal ikki einans hevði eingilska sjúku og liðagikt, sum elvdi til at hann gekk boygdur framyvir, men harafturat hevði Boule, sum hevði eina rúgvu av beinum at arbeiða við, umbygt hesi fyri at fáa Neanderthal at líkjast eini apu á best gjørligan hátt. Umbyggingin var so ótrúlig, at enntá stóratá vendi úteftir á fótinum, eins og var tað tummilin á eini apu. Ætlandi var tað hetta, sum fekk Neanderthal at ganga á uttaru síðu á fótunum. Vit kunnu ikki koma uttanum niðurstøðuna, at Boule á ein ótrúligan hátt hevði umskapað hesar skapningar, fyri at fáa teir at líkjast apum. Nú eru nútíðar vísindamenn komnir til ta niðurstøðu, at hetta var eitt stórt svikabragd. Men aftur vóru milliónir av menniskjum lumpaði.

Australopithicines
Nú koma vit til “Australopithicines”, ella “Southern apes” (suður apurnar), sum tær eru kallaðar. Palaeontologistar settu nú ljóskastaran á Afrika, har vit finna slík víðagitin nøvn sum Zinjanthropus, Homohabilis, Skull (skøltur) 1470 og “Lucy”, hin funni luturin hjá Donald Johanson. Við vissu er okkum sagt, at hetta vóru forfedrar mannaættarinnar. Nú, er tað soleiðis? Sjálvandi er almikið av vandamálum á vegnum. Lord Solly Zuckerman, ein leiðandi enskur anatomistur (kropsbygnaðarfrøðingur) hevur í fimtan ár kannað leivdirnar av Australopithicines. Niðurstøða hansara er, at hesar leivdir heilt og fult eru apur. Eisini Dr. Charles Oxnard, fyrrverandi við University of Chicago, nú á University of Southern California, hevur gjørt margfaldar teldu-greiningar við hesum beinum, og niðurstøðan er at Australopithicines gingu ikki upprættir, soleiðis sum áður varð hevda, men at teir gingu á knúgvunum og høvdu langar armar. Als ikki forfedrar okkara, men rætt og slætt apur. Lord Zuckerman segði, at um menniskjað hevði ment seg frá eini apu-forfedra, so var hetta farið fram uttan at lata eftir seg eina einatu slóð í fornleivdunum. Er hetta dámurin sum ungdómur okkara fær í skúlunum í dag?

Ein ungur maður, sum fyri kortum tók eitt skeið í mannafrøði á University of Florida segði mær, at hann var bilsin, at professarin við endan av skeiðnum var so mikið rættvísur, at hann beint út greiddi flokkinum frá, at alt, sum tey høvdu lært ígjøgnum lestrarskeiðið, einans var tómt høvuðbrýggj. Hann segði, at einki av tí hevði hald í veruleikanum. Hvussu eru røturnar? Spurningur : Er hetta sett í verk av vísindamonnum ella av svikamonnum ? Er menningarlæran størsta skrøgg alra tíða? Um so er, hvat eru motivini hjá evolutiónistunum? Má eg siga tær, at hetta er ikki serliga áhugavert, ei heldur láturligt; hetta er sera, sera álvarsamt. Tað er altíð týdningarmikið at fara til orsøkina – antin tað snýr seg um sjúkdóm, eina rørslu, ella eina lívsáskoðan – fyri at finna røturnar. Uttan iva hevur menningarlæran verið hitt mest ávirkandi ástøði í tjúgindu øld. Hon hevur framleitt ótrúlig úrslit. Hvat hevur hon framleitt? Hon hevur framleitt nasismuna. Darwin skrivaði eina bók við heitinum “Origin of Species” (við undirheitinum: Preservation of Favoured Races in the Struggle for Life). Fyri Hitler, sum var svorin evolutionistur, var tað bert eitt lítið stig at fara frá “the survival” (hini yvirlivandi rasu) til “the dominance” (hini ráðandi rasu). Aftur og aftur goysti Mussolini um seg við málburði menningarlærunnar. Eisini hann var svorin evolutionistur, sum háðaði ástøði um frið, íð ikki tektist menningar ástøðinum, men at bardagin (kríggið) fór at seta ferð á tilgongdina við evolutiónini, sum var hægsta mál hansara. Hugsa um týningina í seinna heimsbardaga. Er hetta smávegis tilburður? Ella hugsa um Karl Marx sum gjørdist so ásttikin av menningarlæruni, táíð hann las bókina hjá Darwin, at hann nú helt, at vísindaligi grundvøllur kommunismunnar var opinberaður. Táíð kommunisman og øll onnur gudloysis hugtøk ikki trúgva á ein skapara, verða tey noydd at greiða frá heimsins tilveru við menningarlæruni. Marx helt, at hann hevði funnið hetta í Darwinismuni. Hann var í slíkan mun ásttikin av hesi læru, at hann ynskti at víga bók sína “Das Kapital” til Charles Darwin. Til alla lukku var kona Darwin so mikið at sær komin, at hon ráddi honum frá at góðtaka hesa “æru”. Grundarlagið undir kommunismuni í dag er út í æsir menningarlæran. Eg las nakað, sum ein ráðharri úr Asia skrivaði. Hann skrivaði at táíð kommunistarnir yvirtóku bygd teirra, tá byrjaðu teir við tað sama at læra fólkið menningarlæruna, grundvøll kommunismunnar. Hetta er ikki einans vanligt eystanfyri, men eisini í Amerika hava vit sekulera (verðsliga) humanismu, sum ógvuliga avgjørt byggir á menningarlæruna – so nógv at Humanist Association útnevndi Carl Sagan sum “Ársins Humanist” fyri hansara røð um menningarlæruna, sum var í tíggju pørtum. Tey fyrstu tvey punktini í “Humanistiska Manifestinum” viðgera heilt og fult menningarlæruna, tey greiða frá, at menniskjan er ein náttúru úrdráttur, framleidd av umhvørvinum, at menniskjan var ikki skapt, men var útviklað. Vit síggja, at annaðhvørt vit tosa um nasismuna, fasismuna, kommunismuna ella humanismuna, so er menningarlæran grundsúlan, sum heldur øllum saman.

Hvat annað hendi í síðstu øld sum úrslit av ástøði menningarlærunnar? Í landi okkara og um alheimin er ein ómetalig kynslig kollvelting. Alt er loyvt. Fyrst var tað pornografi, síðani hjúnabandsbrot og hor, síðani blóðskemd (incest) og homoseksualitetur; og nú eisini bestialitetur. Hesin kynsligi ólevnaður hevur ført við sær ómetaligar kynsjúkur. Í dag eru úti millum manna í landi okkara 25 ymisk sløg av smittandi kynsjúkum. Hví er soleiðis vorðið? Hví er soleiðis vorðið? Evolutión vil sleppa av við Gud, og tí er einki endamál; tí uttan Gud er einki endamál við tilveruni. Kanska er eingin máliska meiri vanstyggilig í oyrunum á einum evolutiónisti enn “teleology”, sum er tann læran, at í øllum lutum og í øllum tilburðum, fer tað fram íð hevur tilætlað endamál. Hóast eygað hevur sítt endamál, so hevur tað fyri einum evolutiónisti einki endamál – tað er bara har av tilvild. Er einki endamál, so er eingin meining; er eingin meining so er eyðsýniliga alt loyvt. Eyðsýnt er tá eingin treytaleysur moralskur sannleiki. Aldous Huxley, leiðandi gudloysingur og menningarlæru fjeppari, skrivaði bókina “Brave New World”. Hann segði hetta: “Mín grundregla var, at eg ynskti ikki at geva heiminum meining; tískil vildi eg látast sum hann onga hevði, og eg var uttan trupuleikar førur fyri at finna nøgdsamar orsøkir fyri mínum varhuga…… Fyri meg sjálvan og uttan iva fyri mítt samtíðarfólk hevur lívsáskoðanin um meiningsloysi í høvuðsheitum verið eitt tól, sum hevur skundað undir frígeringina. Frígeringin vit tráaðu eftir var samstundis frígeringin frá einum ávísum politiskum og fíggjarligum kervi (kapitalismuni) og frígeringin frá einum ávísum moralskum háttarlagi. Vit mótmæltu siðalæruni, tí hon legði seg út í okkara kynsliga frælsi.” Ein annar víðagitin, eisini við navninum Huxley, var Sir Julian Huxley, abbasonur Thomas Huxley, kendur sum “Darwin`s Bulldog”. Sir Julian var fyrrverandi leiðari í UNESCO (United Nations Educational Scientific Cultural Organisation), og helst heimsins mest víðagitni lívfrøðingur við atliti til menningarlæruna. Eg gjørdist bilsin táíð eg í eini sjónvarp sending hoyrdi hann siga: “Vit øll hoppaðu uppá “Origin” (tað merkir Origin of Species) tí…” Hví? Hvat fór hesin mæti vísindamaður at siga? Hví hoppaðu tey uppá “Origin” ? Vit kunnu halda at dómurin hesum viðvíkjandi var liðugur, tí vísindaligu prógvini, íð sakliga vóru savnaði saman, vóru so veldig og hugbindandi, at ein var noyddur at góðtaka trúvirði teirra. Men tað var ikki tað hann segði. Sir Julian Huxley segði: “Vit øll hoppaðu uppá “Origin” tí hugmyndin um Gud legði seg út í okkara kynsliga moral.” Vísindaligir veruleikar ? Ella stórt svik? Trúverdir vísindamenn? Ella svikamenn?

Eg eri glaður at kunna siga frá at ongantíð áður hevur menningarlæran verið meiri avskepla enn hon er nú. Hon er flýggjandi yvir háls og herðar. Víðagitin vísindafólk kring alheimin vakna nú við kaldan dreym úr hesum villunar ástøði. Tey kalla hetta eitt álvakent skrøgg; ein myta; listilærdar søgur pentaðar saman; ein skemdargerð móti ungdómi okkara um alheimin. Hvussu er og ikki, úrslitið av hesum sviki hevur verið vanlukkuligt, handan førleika mannaættarinnar at ætla um. Neyðugt er at fara til orsakarfrøðina, til røturnar. Eg ælti mær áhaldandi at berja niður hetta vanskepilsi av einum ástøði, sum hevur plágað tjúgindu øld. Eg trúgvi, at ógvuliga skjótt fer allur byggningurin at rapla. Sannleikin er, at ein Skapari er, sum hevur skapt okkum, og sum hevur sent son sín at endurloysa okkum; at tey sum seta sítt álit á Jesus Kristus, hin livandi upprisna Frelsara heimsins, tey fáa fyrigeving syndanna, gávu hins æviga lívs, meiningina við tilveruni, endamál lívsins og til seinast eitt ævigt heim í Himmlinum.

(Skrivað hevur D. James Kennedy, Ph. D.
Loyvi at seta í føroyskt blað er fingið til vega frá kelduni: Christian Assemblies International.
Týtt úr enskum hevur Victor á Lakjuni)

Leave a comment