Home > Uncategorized > Gingrich hevur júst avdúkað at keisarin er nakin

Gingrich hevur júst avdúkað at keisarin er nakin

Les bókina frá sekstindu øld skrivað av Relandi, sum á lívstíð síni búði í Ísrael. Har vóru eingir arabarar.  Hann ferðaðist runt í landinum og var sjálvur vitni til hetta.

Í áravís havi eg verið vanvird, baktalað, ja enntá verið likamliga hótt, tí eg havi sagt sannleikan um “Palestinsku” lygnina.

Hóast “Palestinararnir” krevja ein heilagan tjóðskaparligan samleika við røturnar í Heilaga Landinum, so er veruleikin tann, at slíkt fólk ella fólkabólkur aldri søguliga hevur verið til. (Ja, nú veit eg tað, tá hugsað verður um ómetaligu propaganduna, og hvussu yvirgangurin verður fíggjaður, at ein bólkur av fólki kallar seg sjálvan “Palestinensara” og sum verða roknað á tann hátt í núverandi heimi.)

Mítt sjónarmið er, at slíkur fólkabólkur ongar søguligar røtur hevur. Tað er tað sum eg haldi, og av tí at hetta evnið hevur fingið so ómetaliga ranga informatión, haldi eg at sjónarmið mítt er av alstórum týdningi.

Túsundir av árum hevur alt Miðeystur verið heiði, rómverjar, grikkar, kristin og jødar.  Islam reisti seg ikki fyrrenn í sjeyndu øld og herjaðu, vunnu og búsettust í so at siga øllum Miðeystri og central Asia. Fólkamorð framt av islamistum, imperialisma, búseting, umvending við valdi, trældómur og anti-svørt racisma saman við kyn- og átrúnaðarligum apartheid var serliga eyðkenni sum arabisku muslimarnir nýttu, tá teir hertóku økini.

Kanska so tíðliga sum í 1920, kanska so seint sum seinast í 1930 árunum – ella enntá seint í 1960 árunum, tá varð avgerð tikin um, hvussu hátturin, at týna ein nærverandi vantrúgvandi jøda í Miðeysti, skuldi fara fram. Arabarar frá Suður Sýria, Egyptalandi, og Jordan, og eisini flakkandi Beduinar, kravdu strangliga søgulig og átrúnaðarlig rættindi í Judea-Kristna Heilaga Landinum.

Taktikkurin var merktur av politiskari propagandu, hetta sum Sameindu Tjóðir, verðins fjølmiðlaheimur og Europa Samveldið svølgdu rátt, hjálptu og fíggjaðu.

Men stutt síðani stóð republikanski kappingarneytin at gerast forseti,Newt Gingrich,djarvur fram og segði, at Keisarin er nakin, ella um tær líkar segði hann, at ein heldur stórur elefantur var í rúminum.

Útsøgnin hjá Gingrich var: “Minst til, eingin Palestinskur statur hevur nakrantíð verið, vit hava havt eitt uppfunnið palestinskt fólk, sum í veruleikanum eru arabarar og søguliga er partur av arabiska samfelagnum. Tey høvdu møguleikan at búsetast á nógvum øðrum støðum.”

Hin æruleysi Jeremy Ben Ami í J Street er júst nú komin við eini útsøgn, avbjóðandi, nei, harðliga mótmælandi tá Newt Gingrich sigur, at tað ongantíð hevur verið eitt “Palestinskt” fólk.  Sambært Ben Ami: “Viðmerkingarnar hjá Newt Gingrich viðvíkjandi Palestinka fólkinum og stríðsmálið millum Ísrael og Palestinarar sigur frá vána upplýsing. ábyrgdarloysi og ótta. Hansara uppáhald um at Palestinarar eru eitt uppfunnið fólk vísir eina skelkandi fatan av søguni í Miðeystri í siðstu øld, eftir at Ottoman Ríkið fór fyri bakka.”

Gingrich hevur rætt.  Men á okkara døgum hevur sannleikin lítlan møguleika ímóti stóru lygnini.

Omaná alt sum vit longu vita og hava skrivað um mangar ferðir, hevur Avi Goldreich nú peika okkum á eina bók skrivað av vísindamanninum Hadriani Relandi, sum hann útgav við endan av seytjandu øld. Bókin, Palestina, skjalprógvar ferðina hjá Relandi í Heilaga Landinum (hygg eftir Google Books fyri at síggja verkið).  Tað er skrivað á látíni. Relandi tosaði hebraiskt, arabiskt, og gamalt griskt, eins og hann kundi mong europeisk mál. Sambært Goldreich kannaði Relandi 2500 ymisk støð, har menniskju sum eru at finna í Bíbliuni  hava tilknýti.

Í høvuðsheitum kortlegði Relandi Land Ísraels og gjørdi eitt fólkayvirlit av hvørjum einstøkum samfelag.

Niðurstøðan hjá Relandi var henda: “Ikki ein tann einasta ein búseting í Ísrael hevur eitt navn av arabiskum uppruna. Flestu nøvn búreisinganna eru á hebraiskum, griskum, látíni ella rómverskum máli. Í veruleikanum, heilt til dags dato, undantikið Ramlah, hevur ikki ein einasta búreising arabiskt navn. Heilt til henda dag eru nøvn búreisinganna av hebraiskum ella griskum uppruna, nøvnini eru avskeplað og høpisleys arabisk nøvn. Einki høpi er í arabiskum máli við nøvnum sum Acco (Acre), Haifa, Jaffa, Nablus, Gaza ella Jenin, á sama hátt Ramallah, El Halil og El-Kuds (Jerusalem), hesi vanta søguligar røtur og arabiska málvísindi.”

Í 1696, árið sum Relandi ferðaðist í landinum, var til dømis Ramallah nevnt Bet`allah (Av hebraiska navninum Beit El), og Hebron varð nevnt Hebron (Hevron), eins og tað er í Bíbliuni og arabararnir nevndu Mearat HaMachpelah “EL Chalil”, sum er teirra navn fyri jødiska patriarkin Ábraham.

Í skammloysi hevur UNESCO júst nú stuðla “Palestinarum” í teirra kravi at banna jødum at rokna Machpelah uppí sum arvalut Ísraels, staðið har okkara jødisku forfedrar eru jarðaðir.

Relandi fann skjótt útav at meginparturin av landinum var oyðin. Har íbúgvarar vóru, vóru teir antin jødar ella kristin og fyri tað mesta búðu teir í Jerusalem, Acco, Tzfat, Jaffa, Tiberius og Gaza.

“Har vóru fáir muslimar, fyri tað mesta beduinar. Nablus, kendur sum Sikem, var einastandandi, har búðu umleið 120 fólk, limir av muslimsku Natche familjuni og áleið 70 shomronittar. Í Nazareth sum er høvuðsstaður í Galilea búðu umleið 700 kristin og í Jerúsalem umleið 5000 fólk, fyri tað mesta jødar og nøkur kristin.”

Sjónarmiðið hjá Goldreish er at “bókin hjá Relandi styrkti um sambandið ímillum Ísrael og jødarnar, hon er týdningarmikil og beinrakin, og vísir eisini á skyldskapin sum jødarnir hava til Ísrael. Haraftrat sýnir bókin, at arabararnir avgjørt ongan lut hava í landinum, men teir stjólu látínska navni Palestina, og gjørdu tað til sítt egna.”

Niðurstøðan hjá Goldreich: “Spania eigur eina søgu við arabiskum yvirræði, men ikki Ísrael. Grundað á arabisk muslimska eftirlaging frá griskari og rómverskari vísindi, vóru teir førir fyri at lata eftir sær ein veruligan mentunnar arv: bókmentir, minnismerki, verkfrøði, læknavísindi o.s.fr. Arvurin sum arabararnir í sjey hundrað ár við sínum yvirræði hava latið eftir sær í Spania kann als ikki fjalast ella goymast burtur. Men her í Ísrael er einki av slíkum. Nada, sum spaniólar siga. Eingi býarnøvn, eingin mentan, eingin list, eingin søga og ei heldur nøkur søga um arabiskt yvirræði.; einans eitt ómetaligt tjóðagóðs, ræning og stuldur; teir hava rænt tey mest heiløgu støðini frá jødunum, og stolið hitt Lovaða Landið frá teimum. Aftrat øllum hesum hava teir eisini tikið jødisku søgu okkara frá okkum.”

Eg vóni at onkur beinanvegin sendir hesar upplýsingar til Newt Gingrich. Hann trýr hesum og fer at brúka tað fyri at styrkja sína grundgeving. Veruliga er eingin meining at senda hetta til Jeremy Ben-Ami, til tað hevur hann gjørt alt ov stórar íløgur í stóru lygnina.

Í árvís havi eg grundgivið fyri og stuðlað eini “tvey ríkja loysn.” Eg havi skrivað um pínuna og sorgina hjá hinum. Og tó, “tvey ríkja loysnin” er longu her. Jordan er “Palestinski” staturin. Ella sum vinur mín Dr. Mordechai Kedar sigur, at ein “tvey ríkja loysn” er neyvan sannlík havandi í huga ættarbólkar og kappingarstríð. Hansara sjónarmið er, at tryggleikin verður betri við eini nýggju ella tíggju (býar) ríkja loysn.

Gingrich hevur boðað frá, at um hann verður valdur presidentur, so fer hann at flyta amerikansku sendiharrastovuna til Jerusalem. Hetta staðfestir at maðurin kennir nakað til søguna á staðnum, og at hann ikki letur seg villleiða av skammleysari og eitrandi propaganda.

Skrivað av prof. Phyllis Chesler í ísraelska blaðnum Arutz Sheva 
Týtt úr enskum: Victor á Lakjuni

Links:
Vágaportalurin
Israel National News
The Phyllis Chesler Organisation

Categories: Uncategorized
  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: