Home > Uncategorized > Hevði Darwin Rætt?

Hevði Darwin Rætt?

Fyrr í árinum tóku Hans Andreas Sølvará og Heðin Lamhauge lut í einum kjakið á ráðstevnuni ‘Er Gud Deyður’. Evnið teirra millum snúði seg serstakliga um vísindina í einum lívsfrøðiligum høpi, við heitinum: ‘Hevði Darwin Rætt’? Eg havi fleiri ferðir havt ætlanir at skriva ávísar viðmerkingar um ráðstevnuna, á blogginum, men kom ongantíð so langt.
Men nú bar tað so á, at Sølvará og Heðin báðir luttóku í einum prátið, í útvarprinum, har í báðir umrøða sjónarmiðini. Hetta innleggi eru nakrar fáar viðmerkingar til tað sum har var framlagt.
Í prátinum avnoktar Sølvará ikki, at menningarlæran er ein vísindalig teori, men ein teori sum hann kortini metir at verða sonn. Sannføringin er bygd, sum hann sigur, á tað nýggjasta innan lívfrøðina, serstakliga metodina hjá Carl Hopper, sum er av tí fatan, at um eitt ástøði ikki kann falsifiserast, er teoriðin ivaleyst at rokna sum álítandi.
Eftirsum eg ikki eri vísindamaður, fari eg ikki gera meg inn á menningarlæruna á hesum sinni, tó at spurningarnir frá mínari síðu, ivaleyst eru nógvir.
Persónliga haldi eg hesa viðgerð av einum evnið verða praktiska, so leingi ástøði ikki fanatiskt sæð, skal varveitast sum eitt grundleggjandi fakta og tað er mín kensla at so er. Eg undrist bara yvir, hví hetta ikki eisini tykist at verða framgangsmátin sum Sølvará og aðrir, fylgja í teirra viðgerð, av eitt nú Evangeliumskelduni, har í hypotesir og ástøðir, sum eru óneyðugar, tíðarvillandi og oftani veruleikafjarðar, flúgva okkum um oyrini. Í høpinum av søguligu granskingini av Evangeliumskelduni, verða hesar hypotesir áhaldandi framlagdar sum vóru tær fakta og søguligu veruleikin oftani kúgaður. Hesar hypotesur og hesi ástøði innan bíbliusøgranskan kunnu jú falsifiserast, alt ímeðan keldutilfarið sum ikki líkar kritikkarinum, kann staðfestast nógv betri enn menningarlæran. Er tað nakar við mær sum varnast mótsøgnina? 

Víðari í prátinum leggur Heðin upp til, at menningarlæran heldur enn at verða væl grundfest, er vorðin væl og virðuliga vard; við øðrum orðum sleppur hon ikki at verða afturvíst. Harnast fastheldur hann, at menningarlæran, sum dregur frá ymiskum vísindaligum økjum og ástøðum, verður eftir hesa samanlegging klødd í ein ávísan ham, hareftir við tí tilgongd, at úrslitandi niðurstøðan verður tulka til at passa einari ávísari heimsmynd; í hesum førðinum tí nátturulistisku, har í Gudurin verður skyldur frá.
Fyri Heðin, er hetta dømi uppá at darwinisman, eftir núverandi tilgongd, er nógv meiri politisk, heldur enn vísindalig.
Persónliga haldi eg, at Heðin í hesum føri, vísur á eina meiri álvarsama og dapra síðu í kjakinum millum darwinistar og tey sum ivast um ástøðið. Her tykist tað at darwinisma er ein meining, sum grunda á ástøði, drívur eitt monopolspæl, har í mótstríðandi síðan, javnan verður demonisera og enntá til tíðir, tvungin at tiga.
Henda dapra myndin er heldur ikki so veruleikafjar. Tað er í hvussu er ein veruleiki, at øðrvísihugsandi, verið tað seg kreationistar ella slík sum hava ivamál um darwinismuna, oftani hava verið úti fyri ómetaligum ágangi í tí akademiska leikpallinum. Jerry Bergman í bókini ‘Slaughter of the Dissidents’, viðgerð ein hóp av slíkum søkum úr USA og talið á dømum, bara í USA, sigst at kunna liggja upp í móti 100.000. Kann hetta forklára tað stóra fleiritalið av evolutionistum og teir fyrimunir og makt hesir hava í granskingini, útgangstøðinum, niðurstøðuni, eftirmetingini og kjakinum?
At hetta er blivi eitt politiskt stríð mótvegis trúgv og religión, sæst eisini týðiliga aftur í úttalisinum hjá kenda vísindamanninum og ateistinum Steven Weinberg, sum einaferð helt fyri: ‘Um vísind kann oyða religiøsu ávirkanina á unga fólkinum, so haldi eg, at hetta møguliga er tann mest týdningarmikla íløga vit kunnu gera’ (Dinesh D’Souza, What’s so Great about Christianity, s.25).
Eg haldi tí, eg kann taka undir við Heðin, tá hann sigur, at darwinisma ídag, oftani tykist at grunda í politikki, ella tað sum vit av røttum kunnu kalla motiv ella maktstríð.
Aðrastaðni í prátinum gerð Sølvará sær galt av ‘fleiritals-argumentinum’. Her hevur hann sjálvandi rætt í pástandinum, at flestu lívfrøðingar ikki eru samdir við Heðin; men skulu vit nú aftur gera okkum galt av fleiritalinum? Hevur fleiritalið altíð rætt? Hevur søgan lært okkum at fleiritalið altíð hevur rætt? Stuttligt, tí eftir at hava kjakast um religión við ikki-kristnar føroyingar í eitt ár, verður sama ‘fleiritals-argumentið’, javnan tikið uppá tal. Tá eg so tiltíðir hætti mær at nýta hetta sama argumentið, gera hesir ikki øðrvísi, enn at vraka argumentið og harvið mótstríða sínari egnu framferð og útgangstøðið.
Sølvará hevur enntá nýtt sama argumentið í einum gudfrøðis-søguligum høpi, í samband við Bíbliutekstin. Men í tí høpinum kann argumentið av fleiri orsøkum, slett ikki altíð nýtast og um tað kann og vit kunnu yvirføra hendan saman holdning til menningarlæruna eisini, so fer ivi mín um menningarlæruna bara at økjast munandi meiri.
Í samband við pástandin hjá Heðin, at menningarlæran er blivin partur av einum politiskum maktkampi, svarar Sølvará at menningarlæran hevur verið nýtt politiskt av social-darwinistum. Men leggur hann aftrat, at atomfrøði eisini kann brúkast til gott og ilt, sum tí sigur líka lítið um veruleikan av menningarlæruni sum atomvápn siga um atom.
Veit tó ikki heilt, um hatta var tað sum Heðin meinti við, men eg kann fara skeivur. Haldi at Heðin vísti á, at darwinisma hevur verið brúkt politiskt, í tann forstand, at ástøði hevur skula staðfest ella grundgivi fyri einari nátturligari tilveru, har Gudurin antin er uttanfyri, ella slett ikki eksisterandi. Fyri nógvar social darwinistar, er hetta sjálvsagt eitt útgangstøði, men fyri nógvar darwinistar, er hesin holdningur, sum heild, ivaleyst eisini generelt ráðandi.
Í hesum sambandi, hevur tað hevur verið nógv kjakast á ‘Kristindómur Svarar’, um at menningarlæran hevur etiskar trupuleikar við sær. Hetta kemur oftani til sjóndar innan social darwinismu og er eftir Dawkins at døma, ein dapur veruleiki sum óansæð socialdarwinismu ella ikki, hvílir undir ástøðinum.
Her hava mong sjálvandi kritisera menningarlæruna og lýst ástøði, sum bæði óetiskt og sosialt vandamikið. Hetta var eitt nú tann stóra fløkjan, sum kommunistarnir máttu loysi seg úr, eftir at hesir í teirra tekstum myndaðu samfelags tilgongdina og etik, við nátturligu menningina lýsta av Darwin og øðrum og eirindaleysu ‘survival of the fittest’.
Eg eri tó púra samdur við Sølvará, at hetta ikki vísir darwinistiska ástøðinum aftur, men eg geri meg kortini ikki heilt klókan uppá analogiði, tá hann leggur dent á, at atomgransking eins væl og menningarlæran kann nýtast til gott og ilt.
At darwinisma var nýtt at greiða frá rættari samfelagstilgongd, er ein týðiligur trendur í mongum av 19-20 ølds tekstum. Veit ikki heilt, hvussu etisk, social-samfelags filosofi, har í menniskjasamfelagið, sum annars kann eftirapa seg tilgongdini í menningarlæruni, kann eftirapa seg atburðinum hjá atomum og hví vit yvirhøvur skuldu? Men hetta var nú ikki tað haldi eg, sum Heðin kom inn á kortini.
Gleði meg at fylgja við kjakinum í framtíðini og vóni at kjakið verður áhaldandi.

Lurta eftir prátinum á Kringvarpinum:
Kelda: http://kristindomur-svarar.blogspot.com/2011/12/hevi-darwin-rtt.html
Categories: Uncategorized
  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: