Home > Uncategorized > Ágangur móti kristnum í Evropa: Kristiligt ellisheim um samkynda kjakið

Ágangur móti kristnum í Evropa: Kristiligt ellisheim um samkynda kjakið

Eg havi á hesum bloggi víst á vandamikilu antikristiligu tilgongdina í Evropa. Her er enn eitt fekst dømið.

http://www.christian.org.uk/pressreleases/2009/01january/09jan09.html

Pilgrim Homes, eitt kristiligt ellisheim í Onglandi, sum í 200 ár hevur verði virkið, var í 2009 fyri skotum av nútíðar, eirindaleysa, antikristiliga rákinum.

Býráðið í býnum Brigthon kravdi at ellisheimið útgreinaði sín holdning til samkynd. Vælvitandi hvat kristin halda um (ikki samkynd) men samkyndan lívstíl, so var tað heilt opinbart, at býráðið leitaði eftir einum negativum úrslitið av kanningini, við tí endamálið at føra ellisheimið út í trupuleikar.

Kravið frá býráðnum var at íbúgvarnir, eldri fólk, tríggjar ferðir um árið skuldu staðfesta sína persónligu sexuellu orienteering, um tey vóru hinkynd, samkynd, bøssar, lesbisk ella okkurt annað. Harnæst skuldu myndir av samkyndum verða á reklamum fyri heimið og víðari skuldi starvsfólkið undirvísast í samkyndum tilfarið.

Starvsfólkið sýtti fyri, greiddu frá at fleiri av íbúgvunum vóru yvir 80 ára gomul, kristin, summi fyrrverandi trúboðarir og pastorar, sum hvørki vóru von við prátt um sex, slett ikki um homosexualitet, og so slett ikki um hvat slag av sex tey sum 80 ára gomul dýrka. Starvsfólkið greiddi frá at hetta var belastandi, óviðkomandi og provokerandi mótvegis teirra religiøsa og mentunnarligu áskoðan.

Men hetta dugdi býráði slett ikki at forstanda, og valdu teir tí at stempla ellisheimi sum homophobist, og harvið stegða allan statsliga stuðul til heimið, út við 130.000 krónir.

Tá vit hugsa um at hesi eldru hava goldi skatt, heila teirra lív, og at hesi eru enskir statsborgarir, er einasta niðurstøðan tann, at býráði valda at revsa ein bólk av 80 ára gomlum, sum sjálvandi liva í einari aðrari tíð og mentan, fyri ikki semjast við einum nútíðar hálovaðum lívstílið.

Men er hetta tolerantur holdningur? Er hetta ikki meira at kalla ándsvagt? Hetta ljóðar meiri sum: ‘eg tolereri ikki ótolerant menniskju’. Men her er talan um meiri um negativan holdning, her er talan um at skaða ein bólk av likamliga veikum kristnum, bara tí at teirra holdningur ikki passar seg mentalitetinum hjá einum nútíðar, liberalum humanisti.
Eg haldi hetta verða beinleiðis vemmiligt, eitt týðiligt tekin uppá at hesar kreftir, í útgeva seg fyri at verða so opnar, tolerantar og humaniterar, í veruleikanum eru alt tað sum tær siga seg stríða ímótið.

Í hesum eina førinum vóru tey kristnu tó vindikeraði. Ellisheimið kærdi málið til hægri rætt og býráðið bakkaði út og heimið varveitti rætt sín til statstuðulin. Í sakini var tað fastsligi at avgerðin hjá býráðnum, var lítið annað enn ynski revsa ein bólkið av ellisgomlum fólkið og at hesi høvdu goldi sín skatt og tí høvdu slíkan stuðul uppibornan.

http://www.telegraph.co.uk/health/healthnews/4548761/Christian-care-home-victorious-in-gay-dispute.html

Hvat er hetta fyri enn eirindaleysur og reint sagt antikristiligur hugburður sum fær nútíðar ættarliði í Onglandi at leggja seg út í, at fremja slíkan ágang, móti eldri fólkið? Vísir hetta ikki bara, at hugburðin ikki bara er svagligur, men eisini at her veruliga tørvar virðing fyri menniskjum, serstakliga fyri teimum sum komin eru upp um árini og sum einaferð uppbygdu okkara samfelag og land?

Hetta er mær vitandi, ikki tað einasta dømi av slíkum slag, og eg ætlið mær at framleggja fleiri tílík innlegg í framtíðini.

LINK: http://kristindomur-svarar.blogspot.com/2011/11/agangur-moti-kristnum-i-evropa.html

Categories: Uncategorized
  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: