Home > Uncategorized > Hvussu síggja eldri borgarar lívið ?

Hvussu síggja eldri borgarar lívið ?

“Almenningurin hugsar stundum um, hvat eldri borgarar munnu gera fyri at stytta sær stundir!”

Hetta er okkara søga:

Ein dagin vóru kona mín og eg farin í býin at keypa okkurt smávegis. Vit vóru ikki meira enn fimm minuttir inni í handlinum, men tá vit komu út aftur, var løgreglan har og skrivaði eina bót.

Vit fóru beint til hansara og spurdu, um hann ikki kundi hugsa um tey eldru og vera eitt sindur lagaligur. Hann lætst, sum hann ikki sá okkum, og helt áfram at skriva, eins og vóru vit ikki til.

Eg kallaði hann naziløggu, mappudýr og lortenda. Hann hugdi beint at mær, segði okkurt og fór síðani at skriva eina aðra bót, tí dekkini vóru sløtt.

Tá kallaði konan hann við øllum ringum nøvnum so sum skíthús, hálvapu, seyðarhøvd og tað sum verri var.

Hann kláraði at skriva seinnu bótina og legði hana undir viskaran. Síðani fór hann at skrivað triðju bótina, tí bilurin hevði ikki nummarspjøldur.

Soleiðis gingu teir næstu fimtan minuttirnir. Vit skeldaðu og hann skrivaði. Hann næstan massaframleiddi bøtur og buntaði tær undir viskaran.

Hann var heldur korkalittur í skortinum, tá hann var liðugur.

Tað ger okkum tað sama. Vit eru fyri langari tíð síðani givin at koyra bil og fara í býin við bussinum, men vit brúka hvørt høvi sum stendur okkum í boði, fyri at skemta okkum.

Tað er so stuttligt hjá fólki í okkara aldri.

Categories: Uncategorized
  1. No comments yet.
  1. 26 December, 2010 at 15:16

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: