Home > Uncategorized > Deyðans Blokkstuðul!

Deyðans Blokkstuðul!

 

Ùt er komin bók á føroyskum sum eitur “DEYÐANS STUÐUL”. Skrivað hevur alheims viðurkendi fíggjarfrøðingurin DAMBISA MOYO úr Sambia. Zakarias Wang hevur hegnisliga týtt, við hollari rættlestrarhjálp frá Sveini Ísheim.

Eitt bragd at henda bók fyrst kemur á føroyskum av teimum norðurlendsku málunum. Bókin er annars, sjálvt um hon ikki kom út fyrr enn ár 2009, umsett til eini 15 mál.

Her er nakað at læra hjá okkara ikki heilt lágløntu politikarum. Fyri ikki at talað um eftirløn teirra!

Tú kanst nærum ikki blaða í bløðunum uttan at síggja sambandsfólk, kropp av kroppi, mjarra um at minkandi blokkurin hevur gjørt tað óliviligt í Føroyum. Fleiri av hesum eru skyldfólk okkara, men langt úti.

Sambært áðurnevndu bók, og dagligu prógvunum í Føroyum og Grønlandi, so hava sambandsfólkini totalt misskilt tilverustøði sítt.

Hægsta skattatrýst á láglønt!
Bestu treytir hjá politakarum!
Inntøkur hægri enn 600000 krónur gjalda ikki inn í ALS!
Pengarnir røkka ikki til hjá vanliga fólkinum!
Stættarsamfelag!
Onki fólkaræði!
Danmark er okkara stongda hurð út í heim.

Øll kunnu leingja listan munandi!

Hetta er alt sjúkraeyðkenni fyri deyðans stuðul.

Hevur nakað annað land í Europa havt oyðandi bankakrakk tíggjunda hvørt ár síðani 1950?

Høvuðsagentar í Danmark vinna kanska milliardir árliga tí  einans ein agentur kann vera í hvørjum ríki.

So siga sambandsfólk at vit sleppa at keypa allaðstaðni. Tað passar kanska, men prosentir falla á vegnum tí vit ikki enn hava sett 14. september í 1946 í gildi.

Eini góð ráð til sambandsfólk úr ymiskum flokkum: Lesið bókina og lat nasjonaløkonom tykkara á løgtingi hava ein lesiring fyri tykkum um grundleggjandi nasjonaløkonomi.

Betri Nýggjár!

Hanus Vang

Categories: Uncategorized
  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: