Home > Uncategorized > Sarkasma tá hon er best :)

Sarkasma tá hon er best :)

Eg beundri almennar stovnar og ráð

Brot úr bloggu hjá Hendrik Egholm:
Almennir stovnar og ráð skulu eisini spara í hesum døgum. Um miðlarnir bera rætta boðskapin, og tað gera teir vónandi (?), so tykist tað ikki verða møguligt at spara á fleiri almennum ráðum og stovnum, uttan at kundin (onkur sigur brúkarin, men brúkarin er kundin, so..) fær verri tænastu.

Spara vit 1 millión, so fær kundin verri tænastu fyri júst eina millión, og er sparingin 100.000 kr, so verður tænastan 100.000 kr. verri enn áður.

Almennir leiðarar koma kropp á kroppi fram í miðlarnar at staðfesta, at um teirra játtan verður rørd, so liggja gomul og sjúk uttan røkt, ungdómar fáa ongan studning og mugu antin liva av mammu og babba ella spagetti og ketchup 6 dagar um vikuna, hvalbingar mugu til Havnar at taka koyrikort, skurðviðgerðir verða bert gjørdar frá januar til apríl, niðurslitnir oldingar fáa eingi røktarheimspláss, og klaksvíkskonur mugu til Havnar at eiga.

Nógv eru dømini, og boðskapurin hjá fleiri (ikki øllum!) ráðum og stovnum er greiður. Verða pengar tiknir frá mær, fær tað fylgir fyri kundan – hvørja ferð. Og aloftast er tað ikki lukkiligt, hvussu stórar fylgjurnar eru.

Eg havi aldrin rikið ein almennan stovn ella eitt ráð, men eg rokni ikki við, at tað er fundamentalt øðrvísi enn at dríva eina privata fyritøku, ella vera deildarleiðari á eini privatari fyritøku.

Tí kann eg ikki annað enn beundra fleiri av hesum stovnunum og ráðum, sum eru so væl rikin, at absolutt eingin møguleiki er fyri at spara, uttan at kundin fær verri tænastur.

Her er optimerað so væl, at einki, absolutt einki, spill er at koma eftir. Her nyttar einki at umskipa arbeiðið, effektivisera mannagongdir og renna skjótari, slíkt sum eg og aðrir privatir leiðarar fáa væl burturúr á okkara fyritøkum. Nei, her er alt longu gjørt, spillið er burtur, øll arbeiða optimalt, og allar mannagondir eru 100% superduper.

Tá alt stendur so væl til, og raksturin er so frálíkur, kann tað tó undra, at Landsgrannskoðarin, í síni 2009 frágreiðing, millum annað staðfestur at “bert fáir stovnar hava dagførd yvirlit” yvir ognir og útbúnað (kann ein fyritøka ella stovnur verða væl rikin, um man ikki eingang veit, hvat man eigur?).

Landsgrannskoðarin staðfestir eisini, at summir (ikki allir) stovnar vænta mannagondir á fleiri týdningarmiklum økjum, at konteringsleiðbeiningar mangla og at summir stovnar ikki hava nóg gott skil bókhaldinum, samstundis sum hon (landsgrannskoðarin) eftirlýsir konsekvens útrokningar innan fleiri øki.

Mín hugsan er, at tað eru fleiri ráð og almennir stovnar, sum eru sera væl og effektivt rikin. Eins og tað eru fleiri væl riknar privatar fyritøkur.

Á sama hátt vænti eg, at nógvir almennir stovnar og ráð kunnu spara væl av peningi, eins og privatar fyritøkur kunnu, uttan at hetta gongur út yvir kundan.

Men hetta er bara mín hugsan.

At døma eftir teimum útsagnum vit hava hoyrt í miðlunum seinastu tíðina, er ivasamt, um eg havi rætt, tí her tykjast at verða sera nógvir stovnar og ráð, sum hava optimalan rakstur. Og tá merkir einhvør sparing verri kundatænasta.

Um so er, er hetta einastandandi flott.

Categories: Uncategorized
  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: