Home > Uncategorized > Hvørjum tørvar at læra tolsemi?

Hvørjum tørvar at læra tolsemi?

Í hesum døgum er mikið kjak íkomið, sum úrslit av úttalilsi frá Jenisi av Rana í sambandi við vitjanina av íslendska forsætisráðharranum.

Og, úttalilsið er nú farið so at siga um allan heim, og verða føroyingar útskeldaðir í ymiskum miðlum, bæði heima og burtur. Av onkrum verða vit skýrdir at vera “teir norðurlendsku talibanarnir”. Eisini verða “Føroya fólk útstillaði, sum býtt og snævurskygd, sum eitt fólk, ið hevur tørv á útbúgving og upplýsing og sum eitt fólk, ið ikki virðir mannarættindini.”

Undirritaði hevur ikki fingið alt kjakið við, men sum eg skilji, so hevur Vágaportalurin sett seg í samband við Jenis og spurt hann, hví hann ikki vildi verða við til døgurðan í Kirkjubø saman við íslendska forsætisráðharranum. Hann grundgav hesa avgerð við síni sannføring, ið hann hevur úr Bíbliuni.

Nógv viðgjørdur spurningur!

Endamálið við hesi grein er ikki at viðgera samkyndaspurningin. Hann er so nógv umrøddur í miðlum okkara, og hjá mongum okkara er eingin ivi um, hvat Orð Guds sigur um spurningin!

Heldur ikki er endamálið við hesi grein at verja Jenis. Tað man hann sjálvur vera maður fyri. Í hesum førinum er tað Jenis, ið stendur fyri skotum. Í øðrum førum er tað onkur annar, ið av samvitskuorsøkum ikki kann gera, sum tíðarandin krevur.

Leggjast skal aftur at, at undirritaði hvørki er Jenisarmaður ella Miðflokkamaður – ella fyri tann skuld, maður nakars annars!

Vistu miðlar okkara ikki!
Vistu miðlar okkara ikki frammanundan, hvørja støðu, ið Jenis hevur til áðurnevnda spurning?

Og, tá teir vistu hetta, kundu teir so ikki rokna við, at hann fór at halda seg burtur frá døgurðanum? – Hann var nú heldur ikki einsamallur um at halda seg burtur!

Hví kundi hann so ikki hava frið at hava hesa áskoðan og taka hesa støðu?

Hví var tað so umráðandi fyri miðlar okkara at blása hendan spurning upp? Hava teir ikki virðing fyri eini øðrvísi áskoðan, sum teirri, ið áðurnevndi hevur?

Hvør er so orsøkin til negativu umtaluna av okkum í miðlum um allan heim? Er tað Jenis ella miðlar okkara, ið hava blást málið upp?

Og, er tað nú veruliga blivið soleiðis í Føroyum, at ein persónur, ið hevur eina øðrvísi hugsan um ávís moralsk viðurskifti og byggir hetta á Bíbliuna, at hann skal jagstrast fyri hesa støðu og verða tvingaður at taka lut í nøkrum, sum stríðir ímóti sannføring hansara?

Endurtekur søgan seg?
Tað, sum kennist so óhugnaligt, og sum fær meg at skriva hesar reglur, er tann negativa umtala, ið miðlar okkara hava av persónum, ið hava eina aðra áskoðan til samkynda spurningin. Hendan umtala tykist at elva til hatur av teimum, ið halda seg til tað, ið Bíblian lærir – eitt hatur, ið ikki sørt minnir um tað, ið fór fram í Týsklandi í 1930-unum, tá jødahatrið tók dyk á seg og kulmineraði í “Die endløsung” – týningini av jødum undir Seinna Heimsbardaga.

Eisini minnir hetta um hendingina í Gamla Testamenti, tá Dániel profetur var kastaður í leyvubølið. Orsøkin til hetta var eitt antipati, ið var bygt upp ímóti honum og  sum endaði við, at lóg var smíðað, sum segði, at eingin mátti biðja til nakran annan gud enn kongin í 30 dagar (Dániel 6:8). – Dániel kundi ikki biðja til nakran annan, enn hin sanna Gud, og bleiv tí kastaður í leyvubølið.

Ein onnur hending, ið minnir um hetta sama, er at finna í Estersbók, har Haman fekk kongin við uppá at gera eina lóg, ið skuldi útrudda allar jødar.

Teir livdu friðarliga kring um í øllum ríki Ashasverusar, og høvdu av trúarávum aðrar lógir, enn hini. Og, teir gjørdu ongum nakað! Men, Haman orkaði ikki fyri teimum av tí, at ein jødi arbeiddi í borg Ashasverusar, ið ikki vildi kasta seg niður fyri honum. – Orsøkin til, at jødin ikki vildi gera hetta var, at ein jødi kastaði seg ikki niður fyri nøkrum, uttan Gudi sínum.

Føroyar í 2010.

Er tað veruliga so galið okkara millum í dag í 2010, at vit eisini eru í ferð við at byggja eitt slíkt antipati upp ímóti teimum kristnu, ið hava sannføringar, ið byggja á bíbilskar meginreglur? Og, eru vit byrjaði at arbeiða við lóggávu hesum viðvíkjandi?

Skulu nú øll í landi okkara gera, sum tíðin og tíðarandin krevur – og um ikki, so skulu tey niðurgerast og skeldast út og verða skýrd fyri bæði eitt og annað – ja, kanska enntá verða rættarsøkt?

Tað tykist eisini, sum hetta mikla trýst fær fleiri, ið siga seg at umboða tey kristnu í Føroyum, at sleppa greiðu støðu bíbliunnar um hesi viðurskifti. Og, fyri ikki at verða skýrd konservativ og ótolsom, koma summi við umberingum og vilja gera bæði Føroya fólki og útheiminum greitt, at tað er bert ein lítil minniluti í Føroyum og í samkomum okkara, ið tekur hesar bíbilsku meginreglur fyri fult.

Hvør vísir ikki tolsemi?
Til hetta kann undirritaði bara siga, at í teimum samkomum, sum vanliga verða nevndar brøðrasamkomur í Føroyum, sum undirritaði hevur samfelag við, er tað ikki nakar minniluti, men ein stórur meiriluti, ið heldur seg til tað, ið Bíblian sigur um samkyndaspurningin og aðrar moralskar spurningar.

Men, harífrá og til at gera hesi somu menniskju til slík, sum bróta mannarættindini og sum fremja ágang ímóti øðrvísi hugsandi, hevur einki við veruleikan at gera. Hetta er nakað, ið miðlar okkara av órøttum gera tað til! Mong teirra, ið undirritaði kennir, sum halda seg til læru Bíbliunnar, eru friðarelskandi menniskju, ið als ikki fremja ágang ímóti øðrvísi hugsandi. Tvørturímóti!

Hinvegin, so fremur júst hendan negativa fjølmiðlaumtala hatur ímóti teimum, ið halda seg til tað, ið Bíblian lærir.

– Og, hvør hevur nú tørv á at læra tolsemi?

– Og, hvør brýtur nú mannarættindini?!

Hvønn eiga vit at lýða?
Tað, sum eg at enda ynski at spyrja tey, ið nú úttala seg so niðrandi um okkum, ið halda okkum til bíbilsku áskoðanina viðvíkjandi áðurnevnda spurningi er:

“Hava vit ikki rætt at halda okkum til Bíbilsku áskoðanina á hesum øki? Hví skulu vit trýstast til nakað, ið gongur ímóti sannføring og samvitsku okkara?! Hava vit ikki loyvi at lýða Gud, heldur enn eitt tíðarrák? – Ella, skulu øðrvísi hugsandi, sum grunda sannføringar sínar og livihátt sín á Bíbliuna, ikki hava loyvi at vera til?”

Eg má siga, at eg eri sera órógvaður um hetta rák okkara millum, og vil minna okkum øll á, at Gud er ein álvarsamur Gud, sum ikki letur seg spotta!

Bíbilskur hugburður!
Eg skal enda við orðum Paulusar til Timoteus, ið so væl lýsa hugburð teirra kristnu, ið eg kenni – ein hugburð, ið land okkara hevur notið so gott av í farnari tíð: “Eg áminni nú fyrst av øllum um, at bønir, ákallanir, forbønir, takkargerðir verða hildnar fyri øllum menniskjum, fyri kongum og øllum, ið høgt eru sett – fyri at vit kunnu liva stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og siðprýði.

Hetta er Gudi, Frelsara okkara, gott og tekkiligt, Honum, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan. Tí ein Gud er, og ein millummaður millum Gud og menniskju, menniskjað Kristus Jesus, sum gav Seg sjálvan til loysigjald fyri øll, til vitnisburð á tíð síni.” (1. Tim. 2:1-6).

John í Skemmuni

Categories: Uncategorized
  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: