Home > Uncategorized > Hvat er rætt og rangt á Facebook?

Hvat er rætt og rangt á Facebook?

Arni Zachariassen, sum í tveir dagar hevur heitt á Facebook-brúkarar at strika vinalagið við Hans Davidsen, hevur nú fingið ávaring frá teimum, ið stíla fyri sosiala miðlinum Facebook.

Fiktivi føroyski persónurin Hans Davidsen, sum Facebook í Kalifornia tekur i forsvar, er nú sjónligari enn nakrantíð og kann halda fram at skriva.

Soleiðis skrivar hann í dag:

Hans Davidsen: Veldigur vitnisburður um, hvussu Harrin arbeiður saman við okkum, sum veruliga eru frelst. Eitt veldugt bønarsvar sum veruliga vitnar um, at tann klettur eg byggi mítt hús á, er tann klettur sum varar um allar ævir. Guð er góður!

Arni Zachariassen: ehehe.. Eg vendi bara hin vangan til!

Hans Davidsen: Hetta er sum styrkiroynd Eliasar á Karmelfjalli, og enn eina ferð vann tað góða sigur á tí ónda.

Dulnevndi Hans Davidsen sleppir sostatt uttan hindur at halda fram við sermerktu skrivingin, ið umframt at taka støði í dogmatiskari kristnitrúgv, eisini leggur eftir brekaðum.

Tað var tiltakið hjá sama Hans Davidsen ‘Út við teim brekaðu’ sum fekk Heina Festirstein at melda skrivingina til løgregluna.

Kelda: Vágaportal, Ólavur í Beiti tann 21/06/2010
Categories: Uncategorized
  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: