Home > Uncategorized > Deyður drongur livandi aftur

Deyður drongur livandi aftur

Birthe og Kaj Bruun vóru, til fyri tveimum árum síðani, trúboðarar í Tansania fyri Brødremenighedens Danske Mission (BDM)
Fyri stuttum vóru tey aftur í Afrika til tess at halda eitt skeið fyri prestum og trúboðarum í Burundi, og her vórðu tey vitni til eina hending, tey seint fara at gloyma.

Á skeiðnum varð ein kvinna biðin um at koma heim til eitt álvarsliga sjúkt barn, sum var koyrt á sjúkrahúsið. Samstundis varð á skeiðnum hildið biðimøti fyri sjúka dronginum og familjuni, siga Birthe og Kaj frá á heimasíðuni hjá BDM.

Viðgerðin á sjúkrahúsinum eydnaðist tó ikki, og læknin kundi staðfesta, at drongurin var deyður. Tá skeiðið endaði, kom trúboðarin í tí býnum, har móðirin at dronginum búði og greiddi frá, at drongurin brádliga var setstur uppundir seg og var byrjaður at tosa. Trúboðarin varð spurdur um, nær hetta hendi, og tá gjørdist tað greitt, at hetta var júst, tá biðið varð fyri dronginum.

Eftir hesa hending hava donsku trúboðarahjúnini bert eina hóskandi viðmerking: “Gud er undurverksins Gud!”

Kelda: Trúboðin

Categories: Uncategorized
  1. No comments yet.
  1. No trackbacks yet.

Leave a Reply

Please log in using one of these methods to post your comment:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

%d bloggers like this: